Hatta havi eg ongan tíð sagt

Við heimasíðuna hjá Liverpool sigur John Aldrigde, at hann als ikki hevur tosað við írska blaðið, sum hevur skrivað drúgva samrøðu við Liverpool-legenduna.

- Og eg kundi ikki funnið upp á at sagt tað, sum eg verði endurgivin fyri at siga.

- Rafa er undir nóg stórum trýsti, sum er, og tað í sjálvum sær er nóg trupult. Og eg ætli mær ikki at økja um hetta trýstið.

- Sjálvandi vildi eg fegin, eins og øll onnur kring felagið, at úrslitini vóru betri. Men allar helst er støðan bara tann, at vit hava eitt keðiligt kappingarár, sigur John Aldrigde við heimasíðuna hjá Liverpool.