Sjúrður Olsen heldur ikki, at vit kunnu tilláta okkum at taka eitt lán á tvær milliardir fyri at stytta eina koyrileið við nøkrum minuttum.
Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum, vil hava landið at sleppa ætlanini at gera ætlaða Eysturoyartunnilin.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið legði hann ikki fingrarnar ímillum, tí hann heldur, at tann verkætlanin skal fyribeinast ongantíð ov skjótt.
Hann kallar tað eina luksusíløgu fyri tvær milliardir, og hann sigur, at tað einasta, vit fáa burturúr, er at stytta ein koyritúr hjá nøkrum ein hálvan tíma.
Í samrøðu við Rás 2 sigur hann, at tað vildi verið ein nógv betri íløgu fyri landið at gera eina betri farleið suður í Sandoynna og Suðuroynna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Sjúrð Olsen.