Ung fólk, ið roykja ov nógv hassj, eru meira útsett fyri at fáa heilaskaða enn onnur ung. Granskarar vísa samanhangin millum hassj misnýtslu og heilaskaðar hjá tannáringum Ung fólk verða mangan skírd fyri at verða dovin, men nú hevur hetta hugtakið fingið ein øðrvísi týdning. Nýggj kanning vísur, at ung, ið roykja ov nógv hassj, eru meira útsett fyri at fáa heilaskaðar enn onnur ung. Heilavirksemi verður niðursett, og serstakliga verður heilatíttleikin ávirkaður av ovurnýtslu av hassji.
? Okkara kanningar vísa, at stór nýtsla av cannabis er tengd at skaðum í teimum pørtunum av heilanum, ið eru knýtt at okkara minni, málið og okkara førleikum at taka avgerðir og verða varug við okkara umstøður?, sigur leiðarin ph.d Manzar Ashtari frá Radiologisku Deildini í Barnasjúkrahúsinum í Filadelfia í USA, í einum tíðindaskrivi
Kanningin, ið bleiv almannakunngjørd í Journal of Psychiatric Reasearch, er framleidd við grundarlagið á samanlíkningum millum heilakanningar av 14 ungum monnum frá einum viðgerðarheimi fyri rúsevnismisnýtarar í New York, og einum bólki við 14 ungum, sunnum monnum. Miðalaldurin var 19 ár í báðum bólkunum.
Teir 14 menninir frá viðgerðarheiminum fyri rúsevnismisnýtarar, høvdu í miðal roykt hassj frá tí teir vóru 14 ár og til teir vóru 18, og høvdu teir roykt nærum seks hassj sigarettir um dagin.