Sigarettir
Fyrst vísti ein lækni á ræðandi hagtøl, sum prógva ovurstóra vandan við royking. Skilti eg hann rætt, er royking orsøk til ein týðandi part av teimum sjúkum, heilsuverkið dagliga roynir at umvæla og í alt ov mongum førum beinleiðis deyðsorsøkin.
Hasj og onnur rúsevni
Beint í hølunum á omanfyrinevnda tíðindastubba kom ein ikki minni skelkandi frágreiðing um stóru rúsevnistrupulleikarnar, sum serliga eru at finna millum okkara heilt ungu. Viðgerðarstovnarnir siga seg ikki vera fakliga førir fyri at møta hesum trupulleikum og hava søkt hjálp uttanífrá. Fleiri og fleiri ungdómar gerast misnýtara, og heldur gongdin fram, verður trupulleikin ovurstórur um nøkur fá ár.
Rúsdrekka
Fyri nøkrum árum síðani gekk Javnaðarflokkurin á odda fyri at gera tað lættari at fáa fatur í rúsdrekka við tí úrsliti, at vit í dag hava fría sølu. Nú eru politikarar endaðir í tí syndarligu støðu, at teir royna at fáa føroyingar at drekka meiri vín við tí endamáli at fáa teir at drekka minni brennivín. Ein ússalig støða.
Eitt øðrvísi skúlaverk
Fyri at kunna broyta hesi viðurskifti má ein hugburðsbroyting til. Og hendan broytingin kann fremjast gjøgnum skúlaverkið. Nú fólkaskúlin er komin á føroyskar hendur, eru vit minni bundin av donskum reglum, og tí er lag á manni at tillaga skúlan eftir egnum viðurskiftum. Eitt uppskot at gera eina nýggja lærugrein, sum hevur til endamáls á ein lívsjáttandi hátt og við fakligum serkunnleika at læra øll okkara ungu, hvussu vit liva eitt sunt lív til gagn fyri tey sjálvi og næstan. Hendan lærugreinin kann innihalda undirvísing um skaðiligu árinini av royking, rúsmisnýtslu, ováti, misrøkt av likami og sál sum heild o.s.fr.. Víðari kundu tey lært, hvussu ein etur sunt, hvussu ein røkir likamið á skilabesta hátt, hvussu ein kann menna sunnar lívsvanar o.s.fr.
Hatta er uppgávan hjá heiminum, vil onkur siga. Men tíverri er tíðin farin frá teimum døgum, har børn okkara lærdu alt hetta av foreldrunum. Samfelagið ger krav upp á okkara arbeiðskraft, vit eru vorðin hugburðsleys vinnutól, sum seta alt til viks fyri at tæna einum harðrendum materialistiskum harra og tí eru okkara heim ikki longur tann oasan, sum tey burdu verið, men bert eitt stað, har fólk eta og sova, meðan veruliga livið fer fram alla aðra staðni.
Miðfloksins samfelag
Hetta er ikki tær Føroyar, Miðflokkurin vil virka fyri. Vit hava langt síðani ávarað um allar vandarnar við samfelagnum, har mammon er gudurin. Vit hava loysnir, sum kunnu føra okkum aftur til samfelagið, har heimið og familjan aftur fáa tann av Guði ætlaða lut í gerandislívi okkara. Tíðindasendingin 28. janaur 2002 vísti bert ein brotpart av tí mynd, sum er í ferð við at tekna seg, um vit framhaldandi lata sosialismu og kapitalismu vera einastu vegleiðarar fyri okkara framtíðarsamfelag.
Tíðin er komin, har Miðflokkurin fær møguleikan at prógva, at hetta ikki eru tóm orð. Avgerðin av tín.