Í sambandi við, at løgmaður í síni nýggjársrøðu nevndi møguleikan at lata dyrnar upp fyri, at flóttafólk kundi koma til Føroyar, er mikið kjak komið burturúr.
Katrin á Neystabø, aðalskrivari fyri Amnesty International Føroya Deild, hevur víst á, at tað er alneyðugt at veita neyðstøddum og forfylgdum friðskjól, og í Amnesty taka tey væl í móti innbjóðingini til kjak um at fáa flóttafólk til Føroya.
Les eisini: Ikki gott nokk, Jørgen
Undir greinini er orðaskifti øðrvísi háttað. Her verður bæði funnist at Amnesty sum stovni umframt, at onkur førir fram, at Føroyar ikki eiga at veita einum og hvørjum fólki friðskjól.
- Muslimar hava onki at gera í okkara landi, tí trupuleikin er ikki tann, at tey eru býtt. Nógv eru fitt, men trupuleikin er tann, at tey taka sínar trupuleikar til okkara land. Tað vil siga tað, at tey koma úr einum virusbefongdum landi (við kríggi og elendigheit) og taka tað lorti við, tak tildømis DK SE UK og Frakland, eitt gott dømi um hvat hendur, um fólk eru nóg naiv og góðtrúgvin, skrivar ein viðmerkjari.
- Amnesty International Føroyar er sera misvísandi, tá tey bert geva 10% til Føroyar og restin blívur sent av landinum og til umsiting. Skuldi heldur skift navn til Amnesty International og ikki Amnesty International Føroyar, tí tey gera onki her. Fyri tað fyrsta senda tey allar pengarnar av landinum og nú skulu tey flyta flóttafólk til Føroyar - nei nei, skrivar ein annar.