Flogferðsla
Týska flogfelagið Lufthansa væntar ein inntøkumiss up á 500 milliónir Euro, ella umleið 3,7 milliardir danskar krónur, seinasta árfjórðing í ár í mun til somu tíð í fjør.
Tølini eru at síggja í einum internum arbeiðsskjali hjá felagnum, sum týsk bløð hava fingið hendur á, skrivar Stand By, sum aftur hevur Berlingske Tidende Erhverv sum keldu.
Ein tann størsta orsøkin til inntøkumissin er beinleiðis avleiðingin av yvirgangsatsóknunum í USA tann 11. september.
Síðan tá hevur Lufthansa flutt í meðal 30.000 ferðafólk færri - um dagin - enn felagið gjørdi áðrenn hendingarnar í USA.
Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er sølan hjá Lufthansa minkað við ikki færri enn 50 milliónum Euro um vikuna, skrivar blaðið.