Hart arbeiði fyri hvønn einstakan borgara

- Eg eri avgjørt nøgdur við valið. Var eg ikki tað, hevði eg verið ógvuliga ótakksamur fyri tann dygga stuðul, ið mær er veittur, sigur Dánjal Vang, sum var toppskorari í Fuglafjarðar kommunu

Kommunuvalið

Hóast Dánjal Vang misti 61 atkvøður á valinum hesaferð, gjørdist hann kortini toppskorari við flestu persónligum atkvøðum. Samlaða talið hesaferð var 119 móti 190 við seinasta val.
- Jú, eg eri ovurfegin um úrslitið, sum er eitt úrslit av, at tú hevur arbeitt hart fyri hvønn einstaka borgara í kommununi í tíðini, sum farin er.
Dánjal Vang var valdur á tjóðveldislistanum seinasta, men var hesaferð á borgarligum lista, sum ikki er heftur politiskt.
Um minkandi atkvøðutalið, heldur hann, at hetta í fyrsta lagi kemst av, at fleiri listar vóru til hetta valið og tískil var minni í part. Somuleiðis kann tað hava havt sína ávirkan, at hann ikki hesaferð var uppstillaður á tjóðveldislistanum.
- Men eg eri serstakliga væl nøgdur við valið og álitið, ið veljarin hevur víst mær. Var eg ikki tað, hevði eg verið ógvuliga ótakksamur.
Dánjal heldur, at orsøkin til stóru undirtøkuna botnar í einum greiðum boðskapi til borgararnar.
- Tað, sum er umráðandi í politikki, er, at samanhangur er millum tað, sum sagt verður ? og tað, sum verður gjørt, sigur toppskorarin, sum viðgongur at hava gjørt eitt stórt arbeiði undan sjálvum valinum við at seta seg í samband við fólk.
Hann heldur eisini, at tað hevur havt stóran týdning fyri útfallið av valinum, at listarnir, A og B, hava lagt út við, at teir eru sinnaðir at samstarva um bestu loysnirnar fyri kommununa.
- Men vit eru opnir fyri øllum samstarvi, sigur Dánjal.
Av níggju umboðum í bygdaráðnum, fingu listi A og B tey 5.
Tey, sum fullu á valinum í Fuglafjarðar kommunu, vóru Jóhan Heri Joensen á lista C og Magni Joensen á lista E. Petur Abrahamsen varð nývaldur á javnaðarlistanum og Signar á Brúnni á tjóðveldislistanum.
Kvinnulistin fekk eitt umboð. Tað er Elisabeth E. Olsen.
Sonevndi, Horna-listin, fekk einki umboð.
Sigurd S. Simonsen, sum hevur verið borgarstjóri í Fuglafirði seinastu árini, hevði eisini eitt gott val. Hann fekk 77 atkvøður á valinum hesaferð móti 59 atkvøðum á valinum seinast.
Nývalda bygdaráðið í Fuglafirði er nú soleiðis mannað: Dánjal Vang (A, 119), Eyðun á Lakjuni (A, 65), Jann Toftegaard (A, 40), Sigurd S. Simonsen (B, 77), Jón N. Olsen (B, 38), Petur Abrahamsen (C, 45), Signar á Brúnni (E, 51), Tórfríður Abrahamsen (E, 49) og Elisabeth D. Olsen (K, 82).