Harry Redknapp hevur fingið sparkið í Tottenham, men hann ætlar sær ikki at ganga arbeiðisleysur leingi. Hóast hann er 65 ár, so er hann sinnaður at taka við eini nýggjari avbjóðing.
Tað kom eitt sindur óvart á, at Tottenham í gjár gav Harry Redknapp sparkið, sum venjara í felagnum. Hann hevur verið venjari seinastu fýra árini og úrslitini hava verið góð. Hann tók við eftir Juanda Ramos í 2008, tá liðið lá til niðurflyting. Siðani hevur Tottenham millm annað luttikið í Champions League fyri fyrstu ferð í søguni.
Harry Redknapp er 65-ára gamal, men hann dugir als ikki at síggja at tað skal verða nøkur forðing fyri at taka við eini nýggjari avbjóðing.
- Alex Ferguson er 70-ára gamal og hann er framvegis tann besti venjarin í heiminum. Eg eri frískur og væl fyri, sigur Harry Redknapp.
Harry Redknapp var favorittur hjá mongum at gerast nýggjur landsliðsvenjari hjá Onglandi, tá Fabio Capello fyrr í ár legði frá sær. Nú er hann arbeiðsleysur.