Harraborgir í huganum?

Løgmaður hóttir við at spreingja norðurlanda samarbeiði. So sigur tíð­inda­skriv frá løgmans­skriv­stovuni útsent 29.11.05. Hvat er meiningin?
Svenski sendimaðurin í Danmark, Lars Grundberg, hevur verið á vitjan í Før­oy­um, og sjálvandi eisini hitt løgmann, Jóannes Eides­gaard.
Tað ljóðar av tíðinda­skriv­inum, sum vóru fremstu ør­indi løgmans at tosa um, kunna um ella agitera fyri at Føroyar fingu serligan status í Norðurlandaráðnum. Sum suverenur statur, líka sum Svøríki ella Finnland, hóast Føroyar - sum kunn­ugt - eru partur av ríkis­felagsskapinum, við øllum teimum fyrimunum, sum tað gevur.
Men eftirsum Helsing­fors­avtalan frá 1962, sum er samarbeiðsgrundarlagið hjá Norðurlandaráðnum/Nord­isk Råd, byggir á samarbeiði millum lond ella statir, tvs. veruligar suverenar statir, Svøríki, Norge, Danmark, Finnland og Ísland, so ber ikki til at ganga føroyska ynskinum á møti.

Hvør var politiska dagsskráin hjá full­veldislandsstýrinum?
Hon var fyrst og fremst at skapa illstøðu millum Dan­mark og Føroyar. Tá sam­ráðingar um loysing endaðu við, at Høgni og Anfinn fóru sjaggandi frá Christiansborg ongul í reyv, var næsti leikur at skapa split, sáa illtanka og blása konfrontatiónir upp.
Høgni førdi ann. Forlanga tað ómøguliga, og segdi, at danska stjórnin vil ikki lova okkum framat nakrastaðni. Vit, staklarnir, blíva bara kúgaðir, tað er so ræðuliga synd í okkum. Teir bóðu bæði Nato og ST og ís­lendsk­ar super-specialistar um at leggja uppí.
Eitt tiltak var, at Anfinn Kallsberg sum løgmaður í 2003 forlangaði, at Før­oy­ar skuldu metast sum suve­rent land í norður­landa­viðurskiftum, hóast all­ur politikkurin hjá fullveldis­landsstýrinum hevði spælt fallit. Teir tordu ikki at leggja loysingarspurningin út til fólkaatkvøðu, lúshundarnir. So kom hetta bíliga útspælið. Boðini vóru sjálvandi, bæði frá danskari síðu, og frá Norðurlandaráðnum, at hetta bar ikki til. Men baktankin er sjálvandi, at kunnu teir fáa hini norðurlondini, ella bara Ísland, at siga okkurt pent um Føroyaland, so kann tað brúkast sum argument í øðrum sambondum.

Dangan darlar víðari
Nú svenskarin var í Føroyum, var argumentið ført fram av javnaðarløgmanninum, eins og var hann umboð fyri sama fallitt-fullveldislandsstýri. Men nú er ein nýggj kon­struk­tión uppfunnin fyri at Før­oyar kunnu látast at vera suverenur statur. Nú skal alt grundarlagið undir norrøna samarbeiðinum, sum er Helsingforsavtalan, broytast.
Løgmaður gjørdi sendi­harranum greitt, at Før­oyar eiga at kunna ger­ast limur treytað av, at Hel­sing­forssáttmálin verður sam­svarandi broyttur til eisini at fevna um sjálvstøðug ment­anarøkir.
Úrslitið fer at vera ein degradering av sam­ar­beið­inum millum londini, til at verða eitt kultursamarbeiði millum økir ella regiónir. Alt í lagi, so koma finn­landssvenskarar, samar í Norra, Svøríki og Finnlandi, týskarar í Suðurjyllandi, og kanska eisini skånebúgvar og bornholmarar uppí. Spurn­ingurin er hvat í allari víðu verð tað skal brúkast til?
Norðurlandasamarbeiðið hevur ikki tann allarstørsta tydning longur, um tað nakr­antíð hevur haft tað. Verjupolitikkur liggur fyri ein stóran part í Nato, og búskapur liggur mest í ES.

Føroyar hava fína umboðan!
Norðurlandaráðið er sett saman av umboðum, sum parlamentini/tingini velja, og londini hava hesi tøl:
Svøríki 20
Norge 20
Finland 20
Danmark20
Ísland 7

Í hesum fimm delegatiónum hava Grønland og Føroyar so 2 umboð hvørt í donsku delegatiónini, og Álands­oyggjarnar 2 umboð í finsku delegatiónini. (kelda: www.norden.org) Reelt hevur gamle Danmark bert 16 umboð.
Í mun til fólkatalið hava Føroyar eina stóra yvir­umboðan, umleið 1 umboð uppá 25.000 íbúgvar og Grøn­land nakað tað sama. Gamla Danmark hevur 1 umboð fyri 325.000 íbúgvar. So um nakað er galið, so kundi tað verið kvaliteturin av før­oysku umboðnum? Ella, hvat skal ráðið yvirhøvur brúk­ast til?
Nordisk Ministerråd?
Í norrøna samarbeiðinum er eisini ráðharraráðið, ella ministararáðið, har stjórn­ir­nar í lond­un­um hitt­­ast og skifta orð. Eru Før­oy­ar so úti­lok­að­ar úr hes­um høga forum? Á-nei, her eru í for­samlingini av fíggjar­ráð­harrum til dømis, í alt 9 nøvn. Ein úr hvørjum landi og ein úr hvørjum sjálvstýrandi øki. Also Bárður Nielsen er síðu um síðu við Thor Pedersen og Pär Nuder úr Svøríki. Og í Transportráðnum situr Bjarni Djurholm og undir liðini á honum - ella kanska yvirav - Flemming Hansen transportministara, sum um­boðar Danmark.

Ætlar at kloyva Norðurlond?
Tíðindaskrivið sigur frá, at løgmaður legði dent á, at vísa tey eysturnorrønu londini ikki størri áhuga fyri føroyska ynskinum, kunnu norðurlond brotna av um miðjuna - í eystur- og vesturnorðurlond
Hvussu svenski sendi­mað­urin hevur tikið hesa opin­lýsu hóttan, stendur einki um. Bert at hann ætlaði at bíða eftir niðurstøðuni hjá samstarvsráðharrunum. Men hann hevur helst skoðað út yvir Glyvursnes og Borðuna og hugsað sítt.
Almenningurin veit ikki, um løgmaður hevur eina dagsskrá væl goymda í inn­ara lumma, at sáa split, at fáa norðurlond at brotna av um miðjuna, um man ikki sleppur at veipa við nationalistisku frustratiónunum. Men førir hetta krav til at kvetting eisini her, so er enn einaferð alt mist. Ynskið um størri luttøku, kann føra til onga luttøku. Hatta var ein tápulig hóttan.
Undir øllum umstøðum er tað sera sjáldsamt, kanska ójoyrt, at ein sam­ráð­inga­partur - her Løgmaður - ikki bara hóttir í teim munnligu samráðingunum. Men eis­ini at hann letur tað fara í referatið, sum so verður sent almenninginum. Tað ljóðar, sum hann tosar vegna Grønland og Ísland eisini. Hvør er dagsskráin?? Hvat ætla teir??

Hvat skal tað vera gott fyri?
Hví ikki spyrja, hvat fæst burturúr hesum samarbeiði, sum er? Er yvirhøvur meira at heinta hagani? Er tað ikki løgting og landsstýri, sum uttan innblanding velja sínu umboð í Ráðið og Ministararáðið? Hvønn rætt ella fyrimun hava hinir, sum Føroyar ikki hava? Førir javnaðarflokkurin, stuðlaður av sambandsflokkinum, bara fullveldisgorri víðari?