Harpiksið skal finnast fram aftur

So fer hondbóltslandskappingin aftur ígongd, og longu fyrsta umfarið kann roknast við fleiri áhugaverdum dystum



Hondbóltur


Tað eru kanska ikki endliga dystir, sum verða roknaðir sum avgjørdir topp-dystir, sum standa á skránni, men í nógvum førum verður tó spennandi at síggja, hvussu ymsu liðini eru fyri, nú tey hava brynjað seg til eitt nýtt kappingarár.
                      Hjá monnunum man størsti áhugin helst vera um dystin í Hoyvíkarhøllini, har H71 við Hannis Wardum á beinkinum skal taka ímóti Kyndli. Umframt Kyndils-veteranin á beinkinum, hava hoyvíkingar til í vetur eisini fingið tilgongd av Jakob Jónsson, og so er spurningurin, um hann er maðurin, sum av álvara kann fáa glið á stóru ambitiónirnar hjá H71.
                      Á Hálsi skal Neistin royna at prógva, at liðið í ár er betri ført fyri at klintra móti oddinum, enn teir vóru í fjør, tá árið mest av øllum má lýsast sum vónbrot, og í Vestmanna verða tað VÍF og KÍF, sum fara at takast.
 
Spennandi Neista-lið
Hjá kvinnunum tykist Neistin vera liðið, sum hevur gjørt mest við at styrkja um hópin, og fyrsta royndin hjá teimum verður í Vestmanna, har kenningurn, Sophus Dal-Christiansen aftur í ár stendur við róðrið.
                      Spennandi verður eisini at vita, hvørt Stjørnan aftur í ár skal hava somu styrkina, tá Stjørnan kemur á vitjan, og á Giljanesi skulu meistararnir úr VB prógva, at tær aftur í ár eru eitt lið, sum roknast skal við.
                      Seinasti dysturin verður í Runavík, har grannarnir, Tjaldur og StÍF fara at takast.