TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 0-2, og samlaða 1-3 tapið hjá Víkingi ímóti FH.
Sølvi Vatnhamar dylur ikki, at tað er eitt sera stórt vónbrot frammanfyri eini so stórari áskoðarafjøld at tapa 0-2 ímóti FH.
Sølvi Vatnhamar sá ikki, at talan var um nakað greitt brotsspark til FH, tá FH í 79. minutti vendi dystinum við einum brotssparksmáli hjá Steven Lennon.
Sølvi Vatnhamar hevði droymt um, at Víkingur fór at verða tað føroyska liðið, sum fór at klára at fara longst í Champions League undankappingini, men tann dreymurin brast í kvøld.