"Fagra blóma, tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð".
Við milda lotinum verða harmonikutónarnir bornir niðan til okkara.
Sum í einum dreymi umgyrd við stórfingnari náttúru liggur lítla bygdin langt niðri í dalinum. Sólin skínur, og valla eitt skýggj sæst á luftini.
Her og har síggja vit fólk, sum eins og vit hava leitað sær til Gásadals í góðveðrinum.
Vit finna eitt stað, har vit kunnu njóta matpakkan og rinda møðina. Tað er, sum steðgar alt upp eina løtu, og lívið fær eitt heilt annað perspektiv.
Forkunnug útferð
Tað var ein góðveðursdag í vár, at vit gjørdu av at fara til Gásadals. Nú lá jú væl fyri at ganga gjøgnum tunnilin.
Lummalyktir høvdu vit ongar, og steðgaðu á í Bø hjá Hervør at vita, um hon átti ljós at læna okkum.
Hervør var blíð og týð og vildi hava okkum at koma inn á gólvið. Men klokkan var longu so nógv, at best mundi verða at fara víðari, skuldu vit fáa nóg nógv burtur úr góða veðrinum.
Tað mundi taka okkum einar 20 minuttir at ganga gjøgnum myrka, váta og illgongda tunnilin, ið var so knortlutur, at bilar ikki kundu koyra ígjøgnum hann.
Onkur segði, at skuldu vit koma turrskødd fram, máttu vit vera í stivlum. Stivlar høvdu vit ongar, men komu kortini fram uttan at gerast "vát um bein".
Ikki kundi sigast, at vit høvdu gjørt okkum væl út til túrin, tí hjálmar høvdu vit heldur ikki. Tað kundi verið vandamikið, um nú grót skuldi dottið undan loftinum.
Vit komu tó fram í øllum góðum.
Meðan vit sita og rinda møðina og njóta matpakkan, hoyra vit harmonikutónleik.
Bygdablíðskapur
Tá vit nærkast bygdini, síggja vit, at tað er Petra, sum er farin út í tún við harmonikuni. Hóast vit eru púra fremmand, eru vit so frammlig at spyrja, um vit kunnu sleppa at taka eina mynd av henni.
- Tað er gamaní, tak endiliga eina mynd, sigur Petra fryntliga.
Skjótt gongur prátið lívliga og lætt, og tá vit hava sungið, Vestland, Vestland og aðrar av yndisongunum hennara, bjóðar hon okkum inn til ein drekkamunn.
Tá vit hava sitið eina løtu, hoyra vit belj úr kjallaranum.
- Hvat í víðu verð var hatta fyri eitt ljóð, spyrja vit.
- Hatta er Lady, svarar Petra knøpp á eyðkendu gásadalsdialektini ? kúgvin hjá mær.
Spurd, um hon fær trupulleikar av onkrari ES-samtykt, um vit skriva um hetta við kúnni, svarar hon avgjørd:
- Eg spyrji ongan eftir, hvat eg havi í mínum kjallara!
Eftir at hava sitið í hugnaliga køkinum hjá Petru eina góða stund, er tíð at siga farvæl.
Látandi við halanum, fylgir Roy okkum á leið, tá vit venda nøsini aftur móti nútíðini og okkara egna gerandisdegi.
Eina lítla løtu vórðu vit sett aftur í tíðina - eina tíð - sum við Petru og hennara ættarliði, helst fer at fara í søguna.