Stutt eftir klokkan sjey í kvøld hendi ein harmoniksamanstoytur í Kollfjarðardali, beint uttan fyri tunnilsmunnan á Leynatunlinum.
Tríggir bilar, á veg vestureftir, stoyttu saman. Løgreglan, sjúkrabilur og brandbilur fóru á staðið, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fekk einki fólk álvarsligan skaða í samanstoytinum.
Nógv ferðsla hevur verið vestureftir seinastu løtuna og hetta skapti skjótt eina langa røð frá Leynatunlinum og móti Kollafirði.
Vakthavandi sigur, at tveir av bilunum mugu sleipast burtur, meðan tann triðji fekk koyrt sjálvur. Vegurin verður ruddaður skjótast gjørligt, so at ferðslan aftur kann koyra ótarnað.










