Harmonikusamanstoytur á Kaldbaksvegnum

– Talan er um tveir bilar, sum hava fingið skaða, og støðan er undir kontrol

– Talan er um tveir bilar, sum hava fingið skaða, og støðan er undir kontrol. 

 

– Fyri løtu síðani rendi ein bilur á ein annan bili við Sandvíkarhjalla. Skaðin er ikki so umfatandi, men fyri at binda um heilan fingur, so verða sjúkrabilar boðsendir, verður sagt av politistøðini í Havn.

 

Hóast talan bara er um tveir bilar, so verður tað rópt harmonikusamanstoytur.

 

– Tí tá ein bilur rennur í reyvina á einum øðrum kalla vit tað ein harmonikusamanstoyt, sigur vakthavandi.