Hargreaves nærkast Onglandi

Fyrr í ár legði Manchester United 200 mió. kr. á borðið fyri sterka miðvallaran, men Bayern München vísti boðnum aftur. Nú sigur Hargreaves sjálvur, at hann komandi dagarnar fer at samráðast við leiðsluna í Bayern München, og at eitt skifti til Manchester United eisini kemur upp á tal.

 

- United og Bayern hava tað til felags, at tey hava verið stýrandi feløgini í heimlandinum seinastu 10-20 árini, og bæði hava sínar heilt egnu siðvenjur. Eg eri vísur í, at eg komandi dagarnar fari at umhugsa eitt møguligt skifti til Manchester United, sigur 26 ára gamli Owen Hargreaves við BBC.

 

Owen Hargreaves, sum er føddur og uppvaksin í Kanada, fór sum bert 16 ára gamal til Bayern München at leika, har hann seinastu tíðina hevur verið ein av lyklaleikarunum á liðnum.