Harðir bardagar mann móti manni í Gaza

Harðir bardagar eru í Gaza sambært ísraelska herinum, sum heitir á fólkið um at vera tolið.

 

Ein ísraelskur stríðsvongur sæst í syðra parti av Ísrael nærindis Gaza. - Foto: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix

Ísraelski herurin boðar frá harðligum bardøgum »mann ímóti manni« inni í Gaza.

Tað verður sagt í eini dagføring frá ísraelska hernaðartalsmanninum Daniel Hagari í dag, skrivar tíðindastovan dpa.

– Meðan vit tosa, so stríðast hermenn okkara á vígvøllinum, sigur Hagari sambært dpa.

Hann sigur, at Ísrael hevur rakt »fleiri hundrað mál« hjá palestinska bólkinum Hamas í »samskipaðum álopum á jørðini og í luftini«.

– Komandi vikurnar fara at krevja mótstøðudugnaskap og tol frá okkum øllum, sigur Hagari.

Bara heilt fáir av pástandunum hjá Ísrael um hernaðarligu gongdini kunnu váttast av óheftum altjóða miðlum.

Sambært tíðindastovuni AFP eru ísraelskar deildir farnar longri inn í Gaza við millum annað stríðsvognum og armeraðum bulldozarum.

Tað verður gjørt, eftir at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, seinnapartin í gjár útilokaði eina vápnahvíld.

– Áheitanir um vápnahvíld eru áheitanir á Ísrael um at geva seg yvir til Hamas, at geva seg yvir til yvirgang og til at geva seg yvir til ørskapin. Tað fer ikki at henda, segði hann.

Eisini USA er ímóti hugskotum um eina vápnahvíld. Talsmaður fyri tjóðskaparliga trygdarráðið í USA, John Kirby, segði soleiðis, at »vit ikki halda, at ein vápnahvíld er rætta svarið beint nú«.

Hamas tók 7. oktober Ísrael á bóli við einum álopi, sum millum annað rakti ísraelsk heim, garðar og bygdir. Sambært Ísrael doyðu umleið 1400 fólk í álopunum.

Síðani Hamas leyp á Ísrael hevur Ísrael framt bumbuálop á Gaza, og sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, sum Hamas stýrir, eru fleiri enn 8.500 fólk deyð, teirra millum 3.500 børn.

/ritzau/

 

Ein ísraelskur stríðsvongur sæst í syðra parti av Ísrael nærindis Gaza. - Foto: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix