Harald á Trappuni fyrsti formaður í KÍ

Havnarmenn hava roynst væl í Klaksvík. Besta dømið um tað man vera Faktorin Johan Christian Djurhuus. Her fara vit at greiða frá Haraldi Haraldsen av tí kendu ættini á Trappuni í Havn. Hann gjørdist fyrsti formaður í KÍ

Brøðurnir á Trappuni í Havn eru ímyndin av okkara sluppfiskiskapi, sum byrjaði í 1872. Tað vóru brøð­ur­nir Petur og Dánjal Harald­sen, sum saman við Dia á Verts­­húsinum keyptu Fox, sum fekk henda søguliga leiklut. Beiggin Niclas Harald­sen gjørdist skipari.
Harald Haraldsen var føddur í 1881 í Tórshavn. Hann var eldri sonur Onnu Elisabeth f. Qvivig av Mýrini í Nólsoy og Dánjal Jacob Haraldsen á Trappuni.
Tey fingu umframt Harald eisini Niclas f. 1884, upp­­kall­að­ur eftir pápa­beiggj­anum Niclas, sum doyði í 1882. Yngri Niclas var uttan iva ein lovandi ungur drongur. Hann spældi í Havnar Horn­orkest­ur, men hann doyði longu í 1905.

Fór ungur niður á handilsskúla
Petur Alberg greiðir soleiðis frá Haraldi:
Pápi og Harald á Trapp­uni fylgdust aftur frá Keyp­mannahavn við “Lauru” 19. ella 20. august 1901. Haraldur hevði verið á Handils­skúla og ætlanin var, at Poul (beiggi Petur Alberg) og hann skuldu byrja handil í Geil.
Pàpi og Haraldur høvdu verið nógv saman í Keyp­mannahavn, og hann gekk nú ofta niðri í Geil ta fyrstu tíðina, og so vóru projektir smíðaði.
Tað er neyvan nakað komið burtur úr hesum. Í 1904 er Harald í hvussu er í Klaks­­vík. Tað kann hugs­ast, at hann fyrst hevur starvast í út­handli­num, sum Klaksvíks­handilin hevði í Havn.
Hann hevur starvast í handlinum úti í Klaksvík ella á Biskupsstøð, sum Klaks­víks­­handilin átti – møgu­liga báðum. Hann verður í onkr­­­­um heimildum róptur ”ud­stationeret handels­betjent”.
Í 1904 verður KÍ stovnað, og Harald gjørdist fyrsti formaður í felagnum.
Harald var á ungum árum eisini á fútaskrivstovuni, og hann vikarieraði eitt skifti sum sýslumaður í Klaksvík.

Konan doyði dagin eftir at hava átt
Haraldur er aftur í Havn í 1905. Stutt eftir giftist hann við Onnu, f. Debes úr Havn, fødd í 1882.
Anna var dóttir Elisabeth Maria Hansen f. 1850 í Havn og Niels Christoffer Debes (1852-1932) eisini í Havn.
Anna átti systkini Samuel f. 1881, Hans f. 1887 og Christian Carl f. 1890.
Anna og Harald fingu seks børn fødd millum 1907 og 1918. Men Anna doyr dagin eftir, at yngsta barnið er føtt. Tað hevur ikki verið lætt hjá einum einsamallum pápa, og børnini fara til fosturs hjá skraddaranum í Hoydølum, Johannes Nolsøe, ættaður úr Nólsoy.
Skraddarin var systkina­barn Harald, og hann var ógiftur. Húshaldirska hjá skraddaranum var “Tanta í Hoydølum”. Hon var ættað úr Klaksvík, systir Jógvan og Jacob við Stein, pápa Hans Sundstein. Tanta misti mammu sína 2-ára gomul og kom til fosturs á Trappuni í Havn. Hon vaks upp sum fostursystir hjá Haraldi.

Vrakaraformaður
Komin til Havnar fekst Harald við handilsskap og umboðan. Hann bygdi húsini undir Pisuvarða, omanfyri Sjónleikarhúsið, sum Hans Andrias Djurhuus keypti og búði í til sín deyðadag. Tey verða enn kallað Hans Andriasar hús.
Í 1912 gjørdist Harald vrakaraformaður. Saman við starvsfelaganum Niels Niclasen setti hann í bløðini eina grein um fiskavraking.
Her vísa teir til eina nýggja lóg frá 1. apríl 1912, sum ásetti, at allur klippfiskur, sum skuldi verða út­fluttur eftir 1. apríl 1913 skuldi verða vrak­aður eftir herdum regl­um viðvíkj­andi góðsku og støddir.
Teir greiddu frá, at teir høvdu verið á eini ferð í Íslandi fyri at kunna seg um, hvussu íslendingar viðgjørd fiskin. Og tá íslendingar høvdu vunnið sær eitt gott navn á marknaðinum, løgdu teir dent á tey punkt, har íslendingar vóru betri enn føroyingar.
»Islændinge er absolut læng­ere fremme med Hen­syn til Behandling og Afsætn­ing end Færingerne, og den opfattelse som mange Fær­inger har, at færøsk Fisk er bedre end islandsk er fejl­agtig, i altfald hvad Fiskens udseende angaar, men vor fisk maa kunne blive en fin­ere vare ved omhyggelig Be­­handl­ing end en stor Del af den island­ske, da den af Natur er af en finere Kvalitet.«
Síðan er ein frágreiðing um, hvussu fiskurin skal handfarast.
Tað kann í hvussu er sigast, at hesar vegleiðingar vórðu tiknar til eftirtektar, tí seinni var eingin ivi um dygd­ina á føroyska klipp­fiskinum.

Gjørdist oljukongur
Harald slepti fiskavrakingini og gjørdist stutt eftir umboð fyri Det Danske Petroleums Aktieselskab DDPA.
Hetta var fyrsta oljufelag, sum fekk sær umboðsmann í Føroyum, og tað varð Harald. Nær hetta er hent er eingin sum rættiliga veit. Men tað hevur í hvussu er verið í 1918. Hann gjørdist tískil Føroya fyrsti oljukongur!
Hann hevði eisini umboð fyri eitt tryggingarfelag. Eisini átti hann Skansapakkhúsið, har løgmaður situr í dag.
Teir báðir Christian M Christiansen, Ludda Christi­an, og Harald høvdu fleiri ár heilt stóran heilsølu­handil saman. Men Cristian var ikki av tí bergi­num brotin at sláa seg til tols við tí, ið nú var komið áleiðis. Nei, teir fóru at fáa sær skip. Men tað var ikki nóg mikið. Teir skuldu eisini fáa í lag at reka stór­­hvala­­veiðu. Og her var tað, at teir ovtóku seg, verður sagt í minn­ing­ar­orðum um Christian.

Umsorgan fyri 100 árum síðani
Tá ið Harald bygdi í 1908 undir Pisuvarða fluttu pápin og pápabeiggin Pedda niðan hagar við honum. Hiðani var Petur borin út, tá ið hann í 1918 doyði 78 ára gamal sama ár sum Anna.
Dánjal, pápi Harald, doyði 82 ára gamal í 1919 uppi í Hoydølum hjá Johannes Nolsøe, skraddara, har hann livdi sítt seinasta ár.
Harald fær heldur ikki langa ævi. Hann doyr longu í 1926. Hann hevur reist konuni hendan vakra steinin, sum sæst á myndini, og tí er bert hennara navn á honum. Men Harald er so grivin undir liðini á konuni.
Børnini hjá teimum báðum vóru:
Anna Christina (1907-1994)
Lisa f. 1909
Ása (1910-2005.) Giftist í 1933 við Gunnar Mikkelsen (1905-1993) býráðsskrivara og tónaskald. Tey fingu børnini Sólvá, Torbjørn og Heðin.
Ásmund f. 1913. Giftist við Johannu Sofíu f. Joensen. Tey fingu børnini Harald, Ásla og Lis.
Tórstein f. 1915. Doyði 1999 á Ellisheiminum
Anna Helena f. 1918, tók seinni navnið á Trappuni

Keldur:
Árni Dahl og Heðin Mikkelsen.

Rætting:
Ein myndartekstur var skeivur í seinasta parti. Tað var sjálvsagt Jacobine, sum var tvíburasystir Mariu.



Næsti partur
Í komandi parti verður greitt frá Marin, dóttir Samuel Peter Frederik Rasmussen, sum prestur ikki vildi loyva at verða jarðaðan frá kirkjuni