Tvey harðskapsmál eru meldað frá sunnunáttini á Tvøroyri. Álopsmaðurin var tann sami í báðum førunum.
Jólaborðhald var á Segloftinum, og aftaná var almennur dansur.
Klokkan hálvgum fýra tók ein 21 ára gamal maður um hvørkrarnar á einum øðrum uppi á loftinum, og trý korter var hann í neðra, har hann – sambært politinum – ógrundað slerdi og sparkaði ein mann.
Maðurin varð ikki handikin, men hann verður avhoyrdur í dag.