Happing kann økja um vandan fyri sálarsjúkum

Hetta kann hava álvarsligar avleiðingar, tí tað er júst tá heilin er í stórari menning

Erin Burke Quinlan, sum starvast á bretska universitetinum King’s College í London, hevur saman við starvsfeløgum sínum funnið fram til ávirkanina, sum happing hevur á heilamenningina hjá fólki. 

 

Kanningin var gjørd við fleiri enn 600 ungum fólkum úr ymsum londum kring Evropa. Gjøll gransking var gjørd út frá skanningum av heilamyndum og spurnarbløðum frá øllum, sum luttóku í kanningini. 

 

Endamálið við kanningini var at finna fram til, hvussu heilin mennist frá 14-19 ára aldrinum. Síðan var samanbering gjørd millum luttakarar, sum vóru illa happaðir, og luttakarar, sum ikki høvdu upplivað happing. Tey funnu eisini fram til, at meira enn 30 av luttakarunum høvdu verið út fyri støðugari happing.

 

Kanningin vísti, at ógvuslig happing kann setast í samband við seinmenning av heilanum og menning av sálarsjúkum, so sum angist.

 

Eisini funnu tey fram til, at happing kann elva til niðursett »caudate« og »putamen« í heilanum. Tað vil siga, at tað gerst verri at læra nýggj ting, at røra seg og at brúka fyrrverandi royndir til at taka framtíðar avgerðir. 

 

– Broytingarnar í bygnaðinum av putamen og caudate partinum av heilanum hava týdningarmikla ávirkan á menningina av angist. Allar helst er hetta tí, at hesir partarnir av heilanum nema við kenslur, áhuga, motivatión, innlæring og ávirkan, sigur Erin Burke Quinlan. 

 

Tað er ræðandi, at so mikið sum 30 prosent av ungum fólki uppliva happing til dagliga. Hetta kann hava álvarsligar avleiðingar tí hetta er júst tá ið heilin er í stórari menning.