Happing – ein spurningur um ótta

6 av 10 næmingum óttast at verða hildnir uttanfyri og 20 prosent siga seg óttast at verða happað.

 

- Vil bara byrja av nýggjum í einum øðrum skúla. Tími ikki at vera hildin uttanfyri meira, orki ikki at royna at sleppa innaftur, skrivar ein næmingur á spurnarblað sítt.

 

Fríggjadagin vóru úrslitini frá eini stórar kanning um happing millum føroysk skúlabørn almannakunngjørd. Allir næmingar í fimta, sjeynda og níggjunda flokki hava tikið lut í kanningini, tað vil siga fleiri enn 2.000 næmingar tilsamans.

 

Arbeiðsbólkurin, ið hevur greinað úrslitini, sigur, at ótti er grundleggjandi partur í lívinum hjá nógvum av skúlanæmingunum og vísir seg ofta at vera drívmegin handan happingina.

 

Óttin at vera útihýstur liggur í okkum øllum. Tað ræður um at tryggja sær pláss, status og tryggleika í felagsskapinum. Spurningurin, sum allir næmingar seta sær, meðan teir eru í skúla er, hvussu kann eg hoyra til her. Tað er í hesum stríðnum, at vit fara at útihýsa onnur og at happa, ikki tí at tey eru verri enn vit á nakran hátt, men tí at hetta er eitt amboð hjá okkum í tráanini eftir at hoyra til.

 

- Øll menniskju hava tørv at hoyra til, at hava eina vit-kenslu. Tá longsulin eftir at vera partur av felagsskapinum ikki verður nøktaður, tekur happing seg up. Happing er tekin um sosialan ótta fyri útihýsing, skrivar arbeiðsbólkurin.

 

 Kanningin vísir, at umleið helvtin av næmingunum óttast fyri at vera raktir av happing ella útihýsing. Einans 47 prosent hava ongantíð upplivað happing ella eru bangin fyri tí.

 

Arbeiðsbólkurin skrivar í greiningini av úrslitunum frá kanningini, at happing er eitt sosialt fyribrigdi, sum stingur seg upp í bólkum undir serligum umstøðum. Serliga er tað óttin fyri at vera útihýstur og longsulin eftir at hoyra til onkustaðni, ið ger seg galdandi. Tað eru ikki viðføddir, íbygdir eginleikar, sum gera, at nøkur happað ella verða happaði, men tað hevur við teirra leiklut í bólkinum at gera. Happing snýr seg um útihýsing og innivist í sosiala felagsskapinum.

 

Kanningin vísir, at 20 prosent av øllum næmingunum bera ótta fyri at verða happaðir. Her er ikki bert talan um tey, sum eru fyri happing ella eru við til at happan, men av øllum teimum spurdu næmingunum. Av teimum, sum happa, sigur ein triðingur, at tey eru sera ofta bangin fyri, sjálvi at verða happaði.

 

Samstundis sum næmingar óttast at verða happaðir, óttast teir eisini at vera hildnir uttanfyri. Í 9. flokki siga fleiri enn 60 prosent seg óttast at verða hildin uttanfyri. Serliga eru tað genturnar í óttast hetta, tí 48 prosent av øllum gentunum siga seg óttast at verða settar uttanfyri, meðan samsvarandi tal hjá dreingjunum er 21 prosent.

 

Les meiri um happing millum føroysk skúlabørn í Sosialinum, sum kom út í dag.