Óhapp av fylsskapi

Nógv fólk vóru í býnum í Havn leygardagin, og øll vóru ikki líka stinn a beinunum.
Politiið fekk eina fráboðan um rok í Vágsbotni, eftir at dansistøðini vóru stongd, men tá ið politistar komu á staðið, var friður.
Aftaná meldaði ein, at hann var sligin, men sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn í morgun, hevði tann persónurin ongan skaða fingið.
Óheft av tí datt ein fullur maður inn gjøgnum ein rút í Vágsbotni og skar seg.