Hanus spyr um Kringvarpið skal gjalda

Hanus Samró spyr Bjørn Kalsø, um hann metir tað vera rætt, at Kringvarpið skal gjalda bótina fyri dømdu tíðindafólkini.

Hanus Samró, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, ein §52a fyrispurning, hvørt hann metir tað vera rætt, at Kringvarpið nú ætlandi skal gjalda bótina fyri dømdu tíðindafólkini.

 

Í gjár kom skriv frá nevndini fyri Kringvarp Føroya, sum bendi á, at nevndin metti tað vera rætt, at leiðsla Kringvarpsins rindaði bótina og sakarmálskostnaðin fyri tey tíðindafólkini, ið vóru dømd fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen.

 

Løgtingsmaðurin spyr, um Bjørn Kalsø metir tað vera rætt, at kringvarpsgjaldarin, tað vil siga vanligi skattgjaldarin, skal gjalda sakarmálskostnaðin.

 

Hann spyr eisini, um Kringvarpið ætlar sær at rinda fyri Svein Tróndarson, við tað, at dómurin staðfestir, at tey skulu gjalda in solidum, sum tað stendur. 

 

Síðani spyr Hanus Samró, um hetta fer at fáa nakrar avleiðingar fyri tey trý dømdu starvsfólkini ella fyri limirnar í Kringvarpsstýrinum.

 

Tað er eyðsæð, at Hanus Samró sjálvur ikki tekur undir við avgerðini hjá stýrinum fyri Kringvarpið.

- Tað er sjálvandi týdningarmikið at hava eina kritiska pressu, men tá starvsfólkini fara út um mark og bróta lógina, má man ganga út frá, at tey skulu gjalda fyri tað. Kringvarpið er ikki stevnt. Tað eru tríggir privat persónar, ið starvast í Kringvarpinum. Tí verða spurningarnir omanfyri settir, skrivar hann í viðmerkingunum.