Hesaferð orkaði Hanus Samró ikki ganga í skrúðgonguni saman við hinum tingfólkunum, embætisfólkum og prestum á ólavsøku.
– Eg var ikki við í skrúðgonguni, tá tingfólk og embætisfólk gingu frá løgtinginum oman í Havnar Kirkju, men eg stóð og bíðaði við inngongdina í Havnar Kirkju.
Soleiðis skrivar Hanus Samró á Facebooksíðu síni.
– Tá kirkjugongdin var liðug, og tingfólkini marsjeraðu niðan í løgtingið, fór eg øvugtan veg, tí brekkurnar í Vágsbotni vóru ov brattar - ella vandin var ov stórur, sigur hann.
– Men tað nyttar ikki at gráta um støðuna og síggja nógvu forðingarnar. Ístaðin skal man fokusera uppá møguleikarnar. So her byrjaði mín skrúðgonga, skrivar hann.
Hanus Samró stóð og bíðaði við Gamla Bólkhandil, tá skrúðgongan var komin niðan gjøgnum Mylnugøtu. Myndin er frá skrúðgonguni, tá stóð hann bíðaði at sleppa uppí part.