Tað er Hanus Mikkelsen, sum nú tekur við sum havnarmeistari eftir Andrias Vang, sum hevur verið havnarmeistari síðani Jónsvein Lamhauge legði frá sær tíðliga í fjør.
Andrias Vang var ikki leingi í starvinum, tí longu seinasta summar boðaði hann frá, at hann fór úr starvinum aftur, og flutti aftur til Danmarkar, haðani hann var komin.
Síðani hava tey leitað eftir nýggjum havnarmeistara. Sambært Kári Johansen, formanni í havnarnevndini, so er nýggi maðurin í starvinum Hanus Mikkelsen.
Hanus Mikkelsen er skipsførari hann í løtuni er hann í deildarleiðari á sýnsdeildini á Sjóvinnustýrinum.
##med2##