Hanus G. í Stóra Pakkhúsi

Leygarkvøldið 20. mars verður Hanus G. í Stóra Pakkhúsi í Vági. Hann fer at framføra bæði nýggj og eldri løg til yrkingar hjá Poul F. Hanus G. Johansen telist ivaleyst millum fremstu tónleikararnir í Føroyum, og fløga hansara við yrkingum hjá Poul F., ið nevnist ?Gaman og Álvara?, hevur verið sera væl umtókt seinnu árini.

 

Nú hevur Hanus G. skrivað løg til fleiri yrkingar hjá Poul F., og verða hesi eisini at hoyra í Vági, umframt tey vælumtóktu eldru løgini hjá Hanusi.

 

Forsølan til tiltakið byrjar í morgin.