Tórshavnar kommuna fer nú undir samráðingar við Hansinu Iversen um at fáa avgreitt ta listprýðingina, sum hon upprunaliga skuldi gera til nýggja Skúlan á Fløtum, sum letur upp í næstum.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum kravdi at fáa listprýðingina fyri býráðsfund, eftir at tað kom undan kavi, at Hansina Iversen varð keypt úr listprýðingartoyminum fyri 100.000 krónur.
Hansina Iversen var eitt av trimum listafólkum, ið í 2018 høvdu fingið til uppgávu at listprýða nýggja Skúlan á Fløtum. 2,5 milliónir krónur vórðu settar av til listprýðingina, og listafólkini vóru farin til verka at leggja ætlanir fyri, hvussu listprýðingin skuldi síggja út, og hvussu farast skuldi fram.
Í oktober í fjør fekk Hansina Iversen kortini tey boð, at hon var ikki longur partur av listprýðingini til skúlan, og fyri ómakin fekk hon 100.000 krónur.
Les eisini: Keyptu Hansinu Iversen út fyri 100.000 krónur
Hetta kom dátt við hjá Hansinu Iversen, ið bæði hevði fyrireikað arbeiðið á skúlanum umframt sagt annað arbeiði frá sær, tí tíðin skuldi nýtast til listprýðingina.
Tað er ein listabólkur undir Tórshavnar býráð, ið umsitur listprýðingina til skúlan, og formaðurin í listabólkinum, Jákup Simonsen, segði við Sosialin fyrr í ár, at orsøkin til, at Hansina Iversen varð koyrd úr listaprýðingini, var, at peningurin rakk ikki til øll trý, tí at eitt av teimum trimum listauppskotunum gjørdist munandi dýrari.
Hetta varð tikið upp á býráðsfundi aftur, har Helena Dam á Neystabø vildi hava býráðið at játta teir pengarnar, ið restaðu í, soleiðis at Hansina Iversen kundi gera listprýðingina lidna.
Les eisini: Fara nú at kanna um øll sleppa við
Nú er so líkt til, at hetta fer at bera á mál, tí at í næstum verður farið undir samráðingar við Hansinu Iversen um at fáa neyðuga peningin til vega, soleiðis at hon kann avgreiða listprýðingina.
– Málið um Hansinu Iversen varð viðgjørt í mentamálanevndini í gjár, og avgjørt varð at taka upp samráðingar við hana um, hvat skal til fyri at hon kann útinna tað listaverkið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Til spurningin um, hvørt býráðið er sinnað at lata neyðuga peningin, sigur Helena Dam á Neystabø, at hon væntar, at tað fer at eydnast.
– Tað er í øllum førum mín fatan, at mann er sinnaður at finna ta upphæddina, sum skal til aftaná tær samráðingarnar.
Tað er kortini longu greitt, at listprýðingin hjá Hansinu Iversen verður ikki klár, til tá skúlin skal lata upp, tí skúlin letur upp í næstum. Men tað er ikki tann allar størsti trupulleikin, metir Helena Dam á Neystabø.
– Tað ber væl til at arbeiða kontinuerligt við estetisku dimensiónini. Tað hevði kanska verið best, um tað var við frá byrjan, men tá tað nú bleiv, sum tað bleiv, so er hetta næstbesta loysnin, sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
Søgan um listprýðingina og Hansinu Iversen var at lesa í Sosialinum í august mánaði. Les um alt málið her.











