Hans Vilhelm hugsar um umhvørvið

SETHÚS Tað hevur tikið sína tíð, men nú sæst fram móti degnum, tá Hans Vilhelm Lützen og húski hansara kunnu flyta inn í serstøku sethúsini við Velbastaðvegin í Havn. - Hetta eru eini ótrúliga snøgg hús, haldi eg sjálvur. Men tey koma eisini at kosta eitt sindur, sigur Hans Vilhelm, sum hevur bygt onnur hús, men sum nú er í ferð við at gera síni egnu liðug.

- Tað er altíð ringt at seta ein dato á. Men vit miða fram ímóti at flyta inn í tey einaferð í summar, sigur hann.
Liðin eru longu fleiri ár, síðani Hans Vilhelm byrjaði at byggja hesi stóru og snotuligu sethúsini.
Byrjað varð við at grava út og stoypa fyri teimum fyri trimum árum síðani, og síðani hevur tað gingið spakuliga framá, - ikki tí, at viljin hevur vantað, men snøgt sagt tí, at hann hevur havt so nógv at gera við egnari fyritøku, at tíð hevur bert verið til hetta eftir loknan arbeiðsdag.
Hans Vilhelm hevur egna byggifyritøku, og teir hava havt úr at gera tey seinnu árini við luttøku í alskyns byggingum kring landið, saman við øðrum byggifyritøkum.
- So tíðin at byggja míni egnu hús, hevur verið avmarkað, men nú er ferð komin á.
- Nú eru vit allir til arbeiðis her, og nú skal tað eisini gerast liðugt, áðrenn vit fara víðari til aðrar uppgávur, greiðir hann frá.

Orkusparing
Tá Hans Vilhelm Lützen og húskið løgdu ætlanir um teirra nýggja heim, var beinanvegin greitt, at her skuldi hugsast um orkunýtsluna, - ella rættari sagt: hvussu lítið av orku tey skuldu nýta.
Í hesum sambandi gjørdi hann sær púrasta greitt, at í hansara húsi skuldi eingin olja nýtast: Upphitingin til teir 400 fermetrarnar skal fáast frá jørðhita.
Teir valdu tí eisini, at húsini skulu bjálvast eyka væl, bæði útveggirnir og eisini millum hæddirnar. Sjálvt kjallarahæddin er eisini væl og virðiliga bjálvað; í báðum hæddum er gólvhiti, og á takinum verður flag lagt, bara fyri at nevna nakað.
Á eystursíðuni er eitt stórt partí, har vindeygu skulu setast. Og fyri Hans Vilhelm hevur tað stóran týdning at gera nýtslu av hitanum, sum fæst henda vegin.
- Og tí hava vit sjálvandi eisini útgjørt húsini við eini ventilasjóns-skipan, slær hann fast. - Annars er vandi fyri at húsini, sum verða fullkomuliga tøtt, kunnu fara at rotna innanífrá.

Ikki oyðsla
Hans Vilhelm Lützen hevur arbeitt sum timburmaður á nógvum ymiskum støðum. Nú stendur hansara egna, persónliga og orkusparandi sethús á skránni.
Hann er av teirri sannføring, at eingin orsøk er at oyðsla við orkuni, men heldur brúka teir náttúrugivnu møguleikarnar sum finnast her hjá okkum sjálvum.
Tí verður stóra hús hansara upphitað við jarðhita, tí, sum hann sigur: - Jarðhitan, hann er her, og hann koma við altíð at hava.
Ein slík íløga kostar sjálvandi nógvan pening. Hevði hann valt eina vanliga loysn við oljufýring og sentralhita, hevði tað kostað millum 100 og 120.000 krónur. Samlaða loysnin hjá honum fer at kosta umleið 200.000 krónur.
- Hetta kostar góðar 100.000 krónur meiri, men um ein hugsar seg væl um, verður hetta skjótt spart innaftur við verandi oljuprísum - kanska eftir bert 5-6 árum, staðfestir Hans Vilhelm.
- Eg ynski at húsini skulu gerast so orkugóð sum tilber. Og faktist eri í kapping við meg sjálvan um, hvussu gott tað kann gerast, sigur hann við einum brosi.
- So má tað bara taka ta tíð sum tað nú einaferð skal taka at koma fram til tað besta úrslitið.


fyri seg

7000 arbeiðstímar
Hans Vilhelm Lützen hevur sína egnu byggifyritøku, sum higartil hevur luttikið í fleiri størri byggiætlanum
Nú stendur hansara egna og persónliga prosjekt á skránni. Og í løtuni eru allir mans hansara til verka í húsunum við Velbastaðvegin, hiðani útsýni og sólargangur eru sera góð.
Arbeiðið við húsunum byrjaði av álvara í fjør heyst. Fyri tann byggikøna er eingin ivi um, at her er talan um eini valahús sum líkjast burturúr við bæði konstruksjón, taki, bjálving, vinklum og installasjónum innanveggja.
Fyri hann og handverkarar hansara er her tí talan um eina spennandi og forkunnuga verkætlan, sum uttan iva fer at spyrjast.
- Ja, hugsa tær: Bara til timburarbeiðið eru brúktir millum 6 og 7000 tímar. So langa tíð tekur tað altso. Tað svarar til trý hús. Og so kemur alt hitt aftrat - betong og so framvegis, sigur Hans Vilhelm.
Hinvegin kann hann í summar errin vísa síni hús fram. Jú, húsini her við Velbastaðvegin kunnu av sonnum metast sum eitt framsýningarvindeyga fyri serstøkum og ikki minst væl gjørdum handverki.


myndatekstir

(úti)

ORKUSPARING
Hóast húsini hjá Hans Vilhelm Lützen eru stór og hava nógvar vinklar, verða tey gjørd soleiðis at orkunýtslan verður so avmarkað sum gjørligt. - Vit brúka bara ta orkuna sum er her, sigur hann


(INNI)

BJÁLVING
Fyri at tryggja seg ímóti orkutapi eru húsini hjá Hans Vilhelm Lützen sera væl bjálvað, bæði útveggir og millum hæddirnar. - Eg havi brúkt nógvan pening uppá orku, men fari at spara tað skjótt innaftur, sigur hann