Kári Jacobsen kunngjørdi fyri løtu síðan, at tað er royndi framleiðarin Hans Poulsen, sum í ár fær heiðurin sum Ársins framleiðari á FMA 2018.
Hans Poulsen hevur verið sera aktivur í ár, og hevur millum annað framleitt Mítt vakra land, sum Janus Wiberg Mortensen syngur, ið gjørdist ein av teimum heilt stóru landaplágunum í 2017 og sum er tilnevndur til ársins sang, umframt at hann hevur framleitt fløguni Dagur legst at degi hjá Eyðuni Nolsøe, ið er tilnevnd til Ársins útgávu.
Hetta er fyrstu ferð, at Hans Poulsen er tilnevndur eina FMA-virðisløn.