Hans Pauli vil hava vælferðarráð

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum arbeiðir við ætlan at seta á stovn eitt Vælferðarráð í Føroyum

Vælferð

Nú er sannlíkt, at eitt nýtt føroyskt Vælferðarráð er á veg.
Danir hava í nøkur ár havt eina "Velfærdskommission", sum er mannað við fakfólki og við jøvnum millumbilum ger eftirmetingar og endurskoðar danska vælferðarøkið, og tað er eitt líknandi hugskot, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, nú ynskir at seta á stovn í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard løgmaður nevndi hugskotið í løgmansrøðu síni, og Hans Pauli Strøm váttar, at eitt nýtt Vælferðarráð møguliga verður partur visión-2015.
- Talan er framvegis bert um eitt hugskot, uttan at nakað ítøkiligt arbeiði er farið í gongd enn, men eg fari í heyst at vita, hvørja móttøku uppskotið fær í Landsstýrinum og samgonguni, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann metir, at hetta kundi verið ein týðandi liður í visión-2015, og hann metir eitt slíkt ráð vera átrokandi í Føroyum.
- Hóast vælferðarøkið bert er vaksandi og fer við yvir helvtini av allari fíggjarlógini, hava vit eingi amboð at hyggja at hesum ovurstóra øki. Tí er neyðugt, at økið áhaldandi verður endurskoðað og eftirmett, og hetta kundi m.a. verið gjørt við einum nýggjum Vælferðarráði, sigur Hans Pauli Strøm.