Hans Pauli Strøm: Eg læt allar upplýsingar frá mær

?Brævið, sum eg verði átalaður fyri at hava hildið aftur fyri Landsstýrismálanevndini, var als ikki stílað til mín, men til mentamálaráðið, sigur Hans Pauli Strøm

Embætisførsla

? Eg havi ikki hildið nøkrum sum helst upplýsingum aftur.
? Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, sigur, at hann hevur givið landsstýrismálanevndin hvønn tár og ting av upplýsingum, hann hevur havt um miðnámsskúlan og røktarheimið í Suðuroy.
Hann sigur í stuttari viðmerking, at skjalið, sum hann verður átalaður fyri at hava hildið aftur fyri landsstýrismálanevndini, er eitt skjal, sum Arkitektafelagið hjá Árna Winther hevur skrivað um møguleikarnar og kostnaðin fyri at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin.
?Men hetta er altso ikki eitt skjal, sum er sent Almanna- og heilsumálaráðnum. Hetta er tvørturímóti eitt skjal, sum varð stílað til mentamamálaráðið.
? Sostatt er tað heldur ikki skrásett í almanna- og heilsumálaráðnum, leggur hann afturar
Tí helt Hans Pauli Strøm, at tað var sjálvsagt, at Landsstýrismálanevndin fekk skrivið frá Mentamálaráðnum ? og tað gjørdi nevndin eisini.
Hans Pauli Strøm sigur kortini, at hann fekk eitt tvítak av skrivinum.
? Aftaná skal eg tó geva teimum rætt í, at tað kundi kanska verðið lagt saman við upplýsingunum frá okkum til landsstýrismálanevndina.
Hans Pauli Strøm staðfestir sostatt, at hann hevur fingið átalu fyri ikki at hava útflýggjað eitt skjal, sum ikki var stílað til hansara, men til mentamálaráðið.
? So kann ein og hvør gera sínar metingar av støðuni, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Hans Pauli Strøm fekk gult kort