Hans Pauli Strøm:?Eg hevði roknað við tí

Úrslitið í Norðstreymoy kemur ikki óvart á Hans Paula Størm, sum ikki varð afturvaldur

LØGTINGSVAL

Tað gekk ikki hjá Hans Paula Strøm. Hóast stóra persónliga framgongd, so varð tað ikki til eitt pláss í Løgtinginum hjá nývestmenninginum, sum seinastu fýra árini hevur umboðað Javnaðarflokkin í Norðstreymoyar valdømi.
Hann var eyka valdur við seinasta val, men hesin ferð skuldi tað vísa seg, at eykavaldi javnaðartingmaðurin fall í Suðurstreymoy.
?Eg hevði roknað við tí. Eg eri ógvuliga fegin um mítt persónliga úrslit, men eg vildi havt flokkin at klára seg betur. Vit mugu nú hyggja frameftir, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann heldur, at valstríðið í stóran mun hevur verið ein uppgerð millum samgonguna og andstøðuna, og hetta hevur so ikki gagnað Javnaðarflokkinum.
?Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin, og tað undrar meg, at Tjóðveldisflokkurin gekk aftur, hóast teir hava lagt nógva orku í valstríðið, sigur Hans Pauli.
Hans Pauli vendir nú aftur til sítt borgarliga starv á Hagstovuni fulla tíð. Hann hevur verið har hálvatíð, meðan hann hevur sitið á tingi, men nú verður tað Hagstovan, ið fær fullu gleðina av Hans Paula Strøm.
Hann sigur seg vóna, at Løgtingið fær skapt betri kor fyri tey eldru og verkafólki.