Hans var eitt av teimum 11 børnunum hjá Marini og Mourits Mohr í Hoyvík, sum
fyrr eru umrødd í hesi røð. Fleiri av teirra synum gjørdust kendir skiparar. Ein var Jens. Ein annar var Hans. Hann tók stýrimansprógv á Bogø Navigationsskole 24.2.1875.
“Norðlýsið” fór á land í Íslandi
Hans er beinanvegin farin í holt við at fáa sær skip. Í 1876 kom fyrra ”Norðlýsið”. Høvuðspartaeigarar vóru Hans Mohr, Dia á Vertshúsinum og Jóannes Hansen, nevndur Konsul Hansen.
Teir sigldu eisini innanoyggjasigling fyri Restorffs handil. Í 1877 vóru teir til dømis við nógvum farmi á Vági.
“Norðlýsið” rak á land á Bakkafirði í Íslandi í 1878 og varð vrak.
Dimmalætting skrivar m.a. um henda tilburð 12. oktober 1878:
”Tað føroyska fiskiskipið Norðlýsið við Hans Mohr sum skipara rak á land á Bakkafjørðinum í Íslandi um miðjan september mánað og fór púrasta í knús. Skipið hevði tá fingið uml. 16.000 toskar. Til alla lukku varð manningin bjargað. Hon kom higar við postguvuskipinum “Diana”.
Fiskeriselskabet af 1876 í Tórshavn átti skipið, sum var eitt av teimum góðu føroysku skipunum. Skipið var ikki tryggjað. Tí líður felagið, sum bara átti hetta skipið hall, ið merkist.
Tað er at vóna, at hetta óhapp fer ikki at steðga menningini í okkara fiskiskapi við deksførum, tó at tað rættiliga eggjar monnum at vera varnir og at tryggja fyri skaða á sjónum.”
Mamman Marin Mohr veðhelt fyri skip hjá sínum synum, og hetta kostaði henni Tindhólm, sum hon átti.
Tá ið Hans Mohr sigldi Høvdasund
Felagið keypti seinna “Norðlýsið” í 1879. Hans Mohr var eisini partaeigari og skipari á hesum skipi. Roknskapurin hjá Norðlýsinum vísir rakstrargongdina hjá felagnum 1881-1891. Íognarfæið var kr. 10.000. Aftaná at íognararnir hava fingið 5% i vinningsbýti á hvørjum ári, eigur felagið kr. 8.150 netto í 1891. Hetta var ikki so lítið tá.
Hans Mohr sigldi seinni við ”Only Sister”, sum hann frá 1903 til 1909 átti saman við Sofus Evensen.
Frá hesi tíðini er søgan um, tá ið Hans Mohr sigldi gjøgnum Høvdasund, sundið millum Sandoy og Trøllhøvda. Teir komu heldur sunnarlaga úr Vesturhavinum og hildu eftir Hælinum í Hesti. Tá ið teir nærkaðust (Trøll) Høvdanum hækkaði hann so nógv í ættini, so teir lógu ikki Høvdan upp. Han brimaði sum vituligt var á vesturætt. Her kom í at velja at venda, um hon fekst yvir stag, áðenn ov seint var, ella at fara á land. Hans Mohr tók róðrið og rópti allar upp á dekkið. Teir skuldu vera á leistum. Tá ið teir allir vóru komnir, tók hann róðrið upp og segði: “So seta vit alt í Guds hond og halda á Høvdasund.” Hann tók hana undan, og meðan allir mans stóðu til reiðar at leypa á land, stýrdi hann “Only Sister” gjøgnum sundið, meðan tað breyt í bæði borð. Hetta var øgiligasta løta í lívinum hjá hesum monnum. Teir komu í øllum góðum til lands. Men eitt bragd var hetta, sum altíð hevur verið tikið til millum føroyskar sjómenn: “Hina ferðina, tá ið Hans Mohr sigldi Høvdasund við Only Sister.”
Svágur Jóannes Patursson
Hans Mohr giftist við Paulinu Eirkiksdóttir, dóttir bóndan Eirik Bjørnsson á Karlsskála, ytst á norðara armi á Reyðarfirði, sunnanfyri Seyðisfjørð.
Hvussu tað rann saman millum tey bæði er søgan tann, at einaferð, tá fleiri av manningini fingu meslingar, fór Hans við skipininum inn á Karlsskála, har teir so lógu sjúkir í einum húsi hjá bóndanum.
Har gekk Paulina teimum til handa. Hon og Hans gjørdust so væl, at tey seinri giftust. Hon flutti til Føroya, har tey settu búgv við Landavegin í Havn. Húsini eru til og ein langaabbasonur, Mads A. Winther, býr í teimum ídag. Á Stórheyggi – nakað omanfyri húsini – hevði Hans eisini trøð.
Ein systir Paulinu, Guðny, giftist eisini til Føroya. Tá hon einaferð vitjaði systrina í Føroyum, rann saman millum hana og Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø. Sagt verður annars, at Guðny skuldi hava sagt eftir fyrstu vitjanina hjá systrini, at ikki skilti hon Paulinu, at hon var farin til Føroya at búgva!
Paulina var tiltikin fitt og blíð kvinna, sum Elin Dahl Johannesen, skrivaði í Birting fyri nøkrum árum síðani um ommusystrina.
Børnini
Hans fekk sítt fyrsta barn saman við Elsebeth Christina Thomassen (1849-1908) úr Havn. Hetta var Anna Sofía Elisabeth f. 1884, sum giftist við Dánjal Johan Olsen f. 1887 av Eiði.
Hans og Paulina fingu sjey børn:
1. Maren Louise, vanliga nevnd, Maja, uppkallað eftir ommuni i Hoyvík (1886-1957). Hon var gift við Johan Mortensen, Johan hjá Peturi, keypmanni og reiðara á Tvøroyri.
Børnini hjá teimum vóru: Anna, Hans Mourits, Trúgvi, Brynjolfur og Gunnar.
2. Sigriður Thorbjørg, uppkallað eftir íslendsku ommuni, vanliga nevnd Gigga (1887-1973). Hon var gift við Mads Andreas Winther, sýslumanni og politikara, á Sandi. Hann var ein av undangongumonnunum í Ungmannafelagnum í Havn fyrst í 1900-talinum, fyrsti borgarstjórin í Havn og ein av teimum, sum stovnaðu HB. Gigga gjørdist tíðliga einkja og flutti aftur til Havnar í hús, hon bygdi við Landavegin.
Børnini hjá teimum vóru: Kartni, Thorbjørg, Sólrun, Halgir og Bogi.
3. Mouritz, (1890-1911) uppkallaður eftir abbanum í Hoyvík. Hann gjørdist bert 21 ár. Mouritz hevði tuberklar og lá á sanatoriinum.
Mouritz var farin saman við øðrum oman til Havnar og fekk afturstig. Hann varð sendur til Danmarkar, men har gjørdist einki.
4. Thorgerd (1892-1969). Var ógift, arbeiddi í Føroya Banka í meiri enn fimti ár. Í mong ár sat hon við kassan. Thorgerd var virkin í felagslívi í Havnini.
5. Erik (1896-1969). Giftur danskari konu, Annu. Erik førdí í mong ár ”Tjaldur” hjá Skipafelagnum Føroyum, eisini gamla Tjaldrið, tá tað sakk á Mjóvanesi. Undir seinra heimsbardaga førdi hann ”Næraberg” á veg niður at selja, tá eitt týskt flogfar søkti hann.
Barn hjá teimum: Hans Mourits, vanliga nevndur Mou, býr í Keypmannahavn).
6. Herborg (1898-1974). Ógift, var sjúkrasystur og arbeiddi meira enn eitt mannaminni á Ríkissjúkrahúsinum. Hon flutti til Føroya, tá hon var komin í eftirlønaraldur.
7. Dagny (1901-1975). Ógift, arbeiddi í útvið fimti ár í Føroya Banka.
Av abbabørnum hjá Paulinu og Hans Mohr eru tvey á lívi, Kartni Winther í Havn, og Hans Mourits Mohr, vanliga róptur, Mou, í Keypmannahavn.
Keldur:
Havnar Søga
Jóhann Mortensen
Í komandi parti um tvær vikur verður fyrri partur av áhugaverdari frásøgn um íslendingin Bjørn Finnsson, sum endaði sínar dagar undir Svínaryggi