Soleiðis kunnu vit staðfesta, at menninir á høgra veingi báðir eru føroyingar. Tí um framt hálva føroyingin og hálva íslendingin, Hans Lindberg, so er Jóhan á Plógv Hansen hin maðurin á plássinum.
Hans Lindberg er uppkallaður eftir abba sínum, Hans Lindberg, sum var úr Trongisvági. Hans Lindberg var giftur Alu Lindberg, ið eisini er úr Trongisvági.
Tey bæði fluttu til Íslands, Hans undir krígnum og Ala nakað seinni. Tey bæði fingu sjey børn, teirra millum Erling Lindberg, ið fekk íslendska konu. Erling Lindberg fekk tveir synir, Dávid og Hans.
Erling Lindberg, pápi Hans, hevur mangan verið í Føroyum, og hevur tá búð í Trongisvági hjá familjuni har, eitt nú fastrini Elly Magnussen, ið so er abbasystur hondbóltsleikaran Hans Lindberg.
Hans Lindberg var íslendskur ríkisborgari til hann var 18 ára gamal. Tá skifti hann fyri at fáa danska SU, og tí at hann var landsliðsaktuellur til danska ungdómslandsliðið.
Hans Óttar Lindberg dugir framvegis íslendska móðirmálið, men hann hevur ongantíð verið í Føroyum.
Ísland var fyrsta mótstøðuliðið hjá Danmark í hesum HM-endaspælinum í kvøld, sum Ísland vann 31-30.