Hans Kristian vann í Klaksvík

Sterki kollfirðingurin vann rímiliga trygt KBI-Open. Tveir ungir klaksvíkingar vórðu næstir í røðini

Talv

Eins og í fjørheyst skipaðu klaksvíkingar herfyri fyri talvkapping í Skákinum á Akursmørk. Finnbjørn Vang vann ruddiliga seinasta ár.
Kappingin varð tíverri lýst nakað seint og helst varð hetta orsøkin til lága luttakaratalið, tíggju. Við høvuðsstuðli í rygginum vórðu góðir vinningar til fremstu telvararnar.
Hans Kristian Simonsen, ið mangan hevur verið greiður favorittur í eitt nú vikuskiftiskappingum í Havnini seinastu árini, er ikki bangin fyri at favorittrolluni. Hugurin til talv vinnur á óttanini fyri at missa rating. Soleiðis skal hugburðurin sjálvandi vera hjá øllum telvarum.

Dragaberg royndist væl
Unglingaføroyameistarin úr Klaksvík, Rógvi Dragaberg, gav Hans Kristiani kapping. Talvið teirra millum í 3. umfari endaði javnt og tá manglaðu báðir teirra at telva ímóti hinum oddafiskunum, Finnbirni og Tummas Martini Anthoniussen. Alt kundi tí henda.
Hans Kristian helt høvdið kalt og vann á júst nevndu telvarunum. Og tá Rógvi tapti ímóti Rana Baldurssyni í fimta og seinasta umfari, varð greitt, at Hans Kristian vann árligu vikuskiftiskappingina í Klaksvík. Rógvi hevði í 4. umfari vunnið heldur óvæntað á Tummas Martini.
Við sigrinum á Rógva, endaði Rani saman við Rógva á deildum 2. plássi. Góð úrslit hjá lokalu ungu telvarunum, serliga hjá Rógva. Klaksvíkingar hava brúk fyri øllum góðum kreftum, nú felagið hevur tvey lið í 1. deild. Tí fegnast teir um vaksandi talvstyrkina hjá Rógva og Rana. Eisini Bogi Hansen er ein telvari í framgongd.
Finnbjørn kann ikki vera nøgdur við trý stig og deilt triðja pláss. Men sum hann segði eftir kappingina, so var tað gott at sleppa at telva aftur. Hann brúkti kappingina einamest sum venjing til liðkappingina, ið byrjar 6. novembur.
Hans Kristian segði seg ikki vera í serliga góðum formi, hóast hann vann kappingina. Tó varð sigur hansara á Tummas Martin góður og vísti eisini munin millum føroyska elitutelving og telvarar undir 2000 í rating.

Endaliga støðan

Hans K. Simonsen (2264)4,5 stig av 5
Rógvi Dragaberg (1602)3,5
Rani Baldursson (1844)3,5
Finnbjørn Vang (2098)3,0
Bogi Hansen (1367)3,0
Tummas M. Anthons.(1903)2,5
Herborg Hansen(1278)2,0
Vagn Heldarskarð(1453)2,0
Dánjal P. Jacobsen(1220)1,0
Klæmint Hansen(------)0,0

Liðkappingin verður Elo-ratað
Nýggja nevndin í Talvsambandi Føroya, við Jógvani Joensen sum formanni, hevur gjørt av, at liðkappingin 2005-06 verður skrásett hjá FIDE. Fyrr hava úrslitini í heimligu liðkappingini bert ávirkað føroyska ratingtalið, men nú verður møguleiki at eisini betra um sítt altjóða ratingtal.
Liðkappingin byrjar sum kunnugt 6. novembur. Meira verður at frætta um liðini og favorittarnar í 1. deild í komandi talvteigi.