Hans Jacob og Arnbjørn fóru við sigrinum

Hans Jacob og Arnbjørn vunnu Føroya Tele Cup í bridge um vikuskiftið við einum sera góðum endaspurti, tá teir tóku seg framum oddafiskarnar

Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen vunnu Føroya Tele Cup við einum góðum endaspurti. Tað mesta av kappingini høvdu Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr ligið fremstir við Robert Langgaard og Eyðuni Anthoniussen í hølinum, men í allar seinasta umfari eydnaðist Hans Jacob og Arnbjørn at smoyggja sær framum, tá tey bæði fremru pørini spældu javnt móti hvør øðrum.

Føroya Tele Cup er ein liður í royndunum hjá landsliðunum, sum skulu til EM í summar, at fáa fígging til luttøkuna. Tiltakið eydnaðist stak væl og gav eitt gott íkast til EM liðini. 22 pør spældu við og fingu eina vælskipaða og spennandi kapping, sum á allan hátt stóð mát við aðrar slíkar kappingar uttanlands. Kappingarhátturin, ið nýttur var, kallast Swiss Pairs. Spæld vóru 60 spøl (12 umfør á 5 spøl), og millum hvørt umfar fingu leikarar barometeruppgerð við øllum spølunum frá fyrra umfarinum á. Avgjørt ein service, sum fall í góða jørð hjá leikarunum. Skulu vit seta fingurin á nakað, so var tað, at ov ofta hittust tey somu pørini í fylgjandi umførum.

Føroya Tele Cup ? endaligt úrslit
1Arnbjørn Sivertsen ? Hans Jacob Petersen695
2Robert Langgaard ? Eyðun Anthoniussen686
3Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr680
4Magni Jøkladal ? Árant Berjastein663
5Niels Nielsen ? Bjarki Johannesen623
6Oddmar Danielsen ? Einar Ellingsgaard622
7Zakarias Joensen ? Salomon Johansen618
8Hallberg Arnfríðsson ? Kaj Alstrup616
9Jógvan Juel Rasmussen ? Allan Dal-Christiansen603
10Danny Danielsen ? Ann Thomsen599
11Hannis Jacobsen ? Súsanna Dam590
12Hans Egil Joensen ? Edmund Joensen589
Eyðbjartur Danielsen ? Hanus Bærentsen589
14Laila Danielsen ? Maria Christiansen583
15Hallur Ellingsgaard ? Eirikur Joensen581
16Jórun Johannesen ? Marjun Restorff576
17Eyðun Joensen ? Pól Joensen575
18Jan Petersen ? Øssur Winthereig574
19Eyðun Olsen ? Ingolf Olsen549
20Haldor Ellingsgaard ? Jóannes Sólheim542
21Jens Pauli G. Nolsøe ? Høgni Hansen527
22Kristina Ottosdóttir ? Andras Róin514

Her skulu vit síggja nøkur spøl frá Føroya Tele Cup. Vit sita til borðs saman við vinnararunum av kappingini.

Spennandi klípingar ? "Først den ene vej...."

Spil 16
V/EVSp
Hj

KlK8
K872
A74
AJ98
Sp
Hj

KlAJ10953
J4
K
KQ106 Sp
Hj

Kl642
Q10953
1065
53
Sp
Hj

KlQ7
A6
QJ9832
742

VNES
Eyðun
AnthoniussenHans J
PetersenRobert
LanggaardArnbjørn
Sivertsen
1spDpass3ru
pass3utpasspass
pass

Eystan spældi sp 6 út til 7, 9 og K. Spaðarahaldið var burtur, og nú skuldi alt gerast rætt í rútara. Hans Jacob fór út á borðið uppá hj A, spældi ru Q, kongurin kom á, og essið tók stikkið. Tá hann spældi rútara aftur, blivu tíggjuni hjá Eystan klípt út. Tvey onnur pør fingu eisini 10 stikk í 3ut, og spælið gav NS +8 á barometrinum av 10 møguligum.

Sperrimeld og Lebensohl

Spil nr 27
S/-Sp
Hj

KlAK9
J1064
A965
83
Sp
Hj

Kl63
AK52
J104
KQ109 Sp
Hj

KlJ54
Q93
Q82
6542
Sp
Hj

KlQ10872
87
K73
AJ7

VNES
Arnbjørn
SivertsenPer
KallsbergHans J
PetersenDánjal P
Mohr
---2sp
Dpass2utpass
3klpasspasspass

Øll vita, hvønn týdning góðar bremsur hava, tá ið vit eru úti í ferðsluni. Tað sama er galdandi í bridge, ikki minst tá ið mótparturin ger ferðsluna ótrygga við einari sperrimelding.
Ein verjuskipan móti sperrimeldingum er Lebensohl. Í hesum spælinum síggja vit eitt dømi um, hvussu Lebensohl skipanin hjálpir okkum at støðga, meðan væl er.
Sunnan sperrar 2sp, sum kann vera 5 ella 6 litur og sera veikt. Hetta er orsøkin til, at Norðan her er so passivur. Vestan upplýsingarduplar. Eystan hevur eina veika hond og vísir hetta við at svara 2ut til duplingina. Meldið biður makkaran melda 3kl og síðan pass, um nýggjur litur verður meldaður.
Fleiri EV komu ov høgt í hesum spælinum, uttan iva tí tey ikki nýta Lebensohl. Kontraktin 3kl fór tveir niður, 100 til NS. Spælið gav EV +9 á barometrinum. Fleiri NS sluppu at vinna eina spaðarakontrakt við 9 ella 10 stikkum.

FM pør finala
FM finalan fyri pør verður leygardagin 20. apríl í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður at spæla kl 10.00 fyrrapartin. 20 pør eru við í finaluni, og tey skulu spæla 57 spøl, áðrenn vit hava funnið føroyameistararnar fyri í ár.