Tá Meinhardt Joensen mikukvøldið varð vístur av vølli í landskappingardystinum á Skála, var Heðin Ashkam, venjari hjá B36, í dýrastu neyð. Vanligi eykamálverjin Jóan Pauli Dahl Jakobsen situr í løtuni uttan fyri við beinbroti, og tískil noyddist miðvallarin John Hansen í málið at standa.
Dimmalætting skrivar á heimasíðu sínari, at avtala er nú fingin í lag við Hans Jørgensen, sum seinasta árið hevur roynt seg í Fremad Amager. Hetta er galdandi til, at Meinhardt Joensen verður tøkur aftur. Í B36 vita teir framvegis ikki, hvussu leingi hann verður leikbannaður.
17 ára gamli Hans Jørgensen hevur seinnu árini verið fastur fúsur á føroysku ungdómslandsliðunum, og í seinasta kappingarárið vardi hann málið hjá Skála í fleiri dystum.