Hans David fer at lesa fyri drotningini

Margretha drotning vitjar í Føroyum í samband við 1.000 ára haldið fyri kristanini av Føroyum. Drotningin kemur higar leygardagin og fer avstað aftur annan hvítusunnudag

Hátíðarguðstænastan í samband við 1.000 ára haldið fyri kristniboðanini í Føroyum verður í Havnar Kirkju hvítusunnudag klokkan 11. Margretha drotning og Heindrikur prinsur vera millum gestirnar.

Annan hvítusunnudag fara drotningahjúnini til deknaguðstænastu á Kirkju, har Hans David Matras fer at lesa lestur.

Kongaligu gestirnir koma til Føroya við flogfari fyrrapartin hvítusunnuaftan. Eftir skránni, sum løgd er, skal flogfarið við teimum lenda í Vágum klokkan 11.40.

Kongaskipið Dannebrog kemur undan teimum hendanvegin og fer at liggja á Miðvági og bíða eftir teimum.

Av flogvøllinum fara drotningahjúnini við fylgi umborð á Dannebrog, sum eftir ætlan loysir frá bryggju í Miðvági kl. 12.15, tá farið verður til Havnar.

Sjóverjuskipini Triton og Tjaldrið fara at fylgja Dannebrog til Havnar. Í Nólsoyarfirði fer Triton at skjóta »kongasalut«, tilsamans 27 skot.

Klokkan 14.30 leggur Dannebrog at bryggju í Havn, har almenn móttøka verður. Bæði ríkisumboðsmaðurin, løgmaður, býráðsformaðurin í Havn og Føroya biskupur fara at taka í móti teimum.

Jórunn Kallsberg, sum er abbadóttir løgmanns, fer at handa drotningini blómur, tá hon kemur í land.

Av bryggjuni verður farið út í Tinganes, har Jóannes Dalsgaard, doktari, fer at greiða frá søguni á staðnum.

Um viðrar verður gingið út í Tinganes. Annars verður koyrt. Og alt eftir veðrinum verður søguliga frágreiðingin úti ella inni.

Eftir ein steðg upp á eini trý korter í Tinganesi fer drotningin umborð aftur á Dannebrog, meðan Heindrikur prinsur fer ein túr í býin.

Prinsurin fer til gongu saman við Høgna Hoydal, varaløgmanni, heim á Bryggjubakka, har hann fer at vitja Reyða Kross Føroya.

Heindrikur prinsur er verji hjá danska Reyða Krossi, og tað er í hesum sambandi, hann vitjar føroyska felagsskapin, har Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya fer at taka ímóti.

Vitjani hjá Reyða Krossi varir ein hálvan tíma, og sambært skránni fer Heindrikur prinsur klokkan 16.45 umborð aftur á Dannebrog.

Klokkan 18.15 fara drotningahjúnini av aftur Dannebrog og koyra niðan í Norðurlandahúsið til mentanarkvøld.

Í Norðurlandahúsinum verða tey klokkan 18.30 móttikin av Helgu Hjørvar, stjóra í Norðurlandahúsinum og Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn.

Tá tiltakið í Norðurlandahúsinum er liðugt, verður farið umborð aftur á Dannebrog, og so er ikki meira á skránni leygardagin 10. juni, hvítusunnuaftan.

Hvítusunnudag 11. juni, sum er føðingardagur hjá Heindriki prinsi, verður hátíðarguðstænastan í Havnar Kirkju, dómkirkjuni.

Klokkan 10.45 fara drotningahjúnini av Dannebrog og koyra í kirkju.

Í Havnar Kirkju taka Bjarni Bæk, dómpróstur, og Sonja Klein, sóknarprestur ímóti teimum.

Klokkan 11.00 bygjar sjálva hátíðarguðstænastan, har hans Jacob Joensen, biskupur, fer at prædika. Undir guðstænastuni verða nógvir almennir, útlendskir gestir til staðar. Millum onnur fleiri danskir biskupar, sum fara at prædika aðrastaðni í landinum annan hvítusunnudag sum liður í 1.000 ára haldinum.

Klokkan 12.15 fara drotningahjúnini úr kirkju og umborð aftur á Dannebrog, har tey verða til klokkan fimm minuttir í eitt.

Tá fara tey niðan á Hotel Hafnia, har Hans Jacob Joensen og frúa taka í móti teimum og bjóða ábit.

Klokkan 16.00 verður aftur farið umborð á kongaskipið, har tey verða til klokkan 19.15, tá leiðin liggur niðan á Hotel Føroyar, har Anfinn Kallsberg, løgmaður og frúa taka í móti teimum.

Klokkan 19.30 er løgmaður vertur við døgurða á Hotel Føroyum. Døgurðin varðir til klokkan 23.00, tá koyrt verður oman aftur á bryggjuna, og drotningahjúnini fara umborð aftur á kongaskipið Dannebrog.

Annan hvítusunnumorgun, 12. juni, klokkan 09.45 fara drotningahjúnini við bili til tyrlupallin á Boðanesi, haðani flogið verður klokkan 10.00 við tyrluni hjá Atlantsflog út á Kirkju.

Klokkan 10.30 lendir tyrlan á Kirkju, har Zacharias Zachariasen, bygdarráðsformaður tekur ímóti.

Klokkan 11.00 verður farið í kirkju á Kirkju. Hóast landið er fult av útlendskum biskupum og øðrum prædikumonnum, fer drotningin til deknaguðstænastu í eini føroyskari bygdarkirkju.

Hans David Matras, deknur, fer at lesa lestur hendan dagin.

Eftir guðstænastuna verður flogið aftur til Havnar, har farið verður umborð á Dannebrog.

Viðrar ikki at fara til Fugloyar annan hvítusunnudag, verður í staðin farið í kirkju í Kollafirði, har Niclas Joensen, deknur, lesur lestur.

Klokkan 14.00 hevur drotningin ábit fyri serliga innbodnum gestum umborð á kongaskipinum.

Klokkan 15.30 fara gestirnir í land, og kongaskipið Dannebrog loysir og fer aftur til Miðvágs, haðani drotningahjúnini við fylgi fara á flogvøllin.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fylgja teimum avstað.

Klokkan 18.30 fer flogfarið við kongaligu gestunum úr Vágum aftur til Danmarkar.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.