Árið 1970 er vert at merkja sær á mangan hátt. Úti í heimi fullu mongu av stjørnunum á nýggja tónahválvinum, men eisni her heima var hetta fellisár, hava vit tey í huga, ið stríddust við penni í hond. Hetta ár fóru fýra av okkara skrivandi monnum,: Poul F. Joensen, Hans Dalsgaard, Maurentius Viðstein og Tummas Nap. Djurhuus.
Hans Jacob var skrivandi maður og hann fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri søgusavn, sum kom út í 1968.
Sum so mangur annar skrivandi tá, so fór hann á Føroya fólkaháskúla og fekk hann tá sínar fyrstu yrkingar á prent felagsblaðnum "Tjaldrið".
Karsten Hoydal hevur drúgva og sera forvitnisliga grein um Hans Dalsgaard í Varðanum í 1973. Hann sigur m.a. soleiðis.
Hann var ættaður úr húsinum á Mølini í Skálavík, triði elstur av 9 brøðrum. Foreldrini vóru nógv ávirkað av danska háskúlanum.
Brøðurin á Mølini skrivaðu blað, sum viðgjørdi skemtiligar og álvarsligar spurningar í bygdini. Blaðið kom ikki út millum manna, men var ætlað til innanhýsis brúk og venjing.
Í 3. árg. av Varðanum, sum kom í 1923, síggja vit tað fyrsta koma á prent, sum Hans Dalsgaard setir navn undir. Yrkingin "Aksið", sum í myndum og orðaljóði er sera føst og búgvin. Sum annað, ið hann skrivaði, var hon siðilig og uppbyggjandi. Í sama árgangi av Varðanum, vóru tvær aðarar yrkingar: "Vár" og "Unglingafundur" og eisini søgan "Duld eru døpur mein", um eina hending í miðøld.
Karsten Hoydal fer víða um á lívsleið skaldsins. T.d. nevnir hann eisini, hvussu stóran týdning tað hevði fyri Hans Dalsgaard, at koma í samband við menninar aftanfyri tíðarritið Varðan og trúgvari vin hevur tíðarritið ikki havt, sigur Karsten Hoydal m.a. í drúgvu greinini, Hans dalsgaard til minnis.
Árni Dahl greiðir m.a. soleiðis frá um Hans Dalsgaard í Bókmentasøgu II.
Sekstan ára gamal fór hann til skips.
Veturin 1919-20 fór hann á Føroya fólkaháskúla (sæmbart K. Hoydal saman við bygdamanninum Heðin Brú), og samveran við lærarar skúlans, Rasmus og Símun, gjørdi honum stóran mun. Næmingarnir á háskúlanum høvdu handskrivað felagsblað "Tjaldrið", og her komu nakrar av fyrstu yrkingum hansara at standa.
Karsten Hoydal nevnir viðvíkjandi hesum í Varðanum, at undirvísingin í náttúrufrøði á háskúlanum skakaði Hans og gjørdi, at hann kom í sálarkreppu, tí náttúrufrøðin hóvaði so illa saman við føstu trúnna og gudsóttan, sum foreldrini høvdu lagt niður í hann.
Bókmentasøgan heldur fram: Heimafturkomin til heimbygdina setti hann saman við øðrum á stovn ungmannafelag, og í sambandi við hetta felagsarbeiðið skapti hann gilt av yrkingum og søgum, sum seinni komu á prent í Varðanum ella onkrum av bløðunum. Hann býr nú í Skálavík og arbeiðir fyrifallandi arbeiði og hevur smiðju.
Undir 2. heimsbardaga verður hann í 1944 sendur til Íslands sum løgtingsins umboðsmaður. har hitti hann íslendskar høvundar, sum gjørdust vinmenn hansara.
Aftan á kríggið (1950) flutti hann til Havnar at búgva og fór at arbeiða hjá landsverkfrøðinginum, har hann starvaðist, til hann fór frá við eftirløn.
Bókmentaverk
Tað mesta av tí, Hans Dalsgaard yrkti og skrivaði, varð skapað í tíggjuáraskeiðnum 1920-30, men ikki fyrr enn í 1966 kom fyrsta og einasta yrkingasavn hansara út, og ikki fyrr enn í 1968 kom einasta søgusavn hansara.
"Av mannagøtum" eitur yrkingasavnið; ikki er tað stórt, telur tilsamans 14 upprunayrkingar og 16 týðingar úr donskum, norskum og íslendskum. Bæði upprunayrkingarnar og týðingarnar bera merki av tí sjáldsama vandna yrkjaranum, Hans Dalsgaard, ið ikki lat av hondum nakað verk, uttan hann hevði handfarið tað fleiri ferðir, snákað og snøggað tað til lítar.
Árni Dahl sigur víðari í Bókmentasøguni, at Hans Dalsgaard yrkir um árstíðir, verjir tey happaðu í samfelagnum, yrkir um einsemi og unglingafundir. Eisini nemur Árni Dahl við kendastu yrkingina hjá Hans Dalsgaard "Aksið", har yrkjarin tekur upp spurningin um alt tað nýggja, ið floymir inn yvir landið og vil køva forna mentan. Yrkjarin endar við hesi áminning:
"Tú vallari á vegnum,
sum gongur reystur - ansa tær,
at kjarnin góðar mentir fær.
Tú annars er
eitt burturkast á vegnum."
Um søgur og leikir greiðir Árni Dahl soleiðir frá:
Í søgusavninum, ið hevur heitið "Bøndur og fátæk fljóð", eru níggju upprunasøgur og seks týðingar úr íslendskum, fýra eftir Elias Mar og tvær eftir Gudmund Gislason Hagalín.
Upprunasøgurnar eru partvís endurminningar frá barnaárunum, partvís frásagnir bygdar á sagnatilfar, ið livandi hevur verið í Skálavík.
Tær eru sagdar á kjarngóðum máli, og í fleiri teirra nýtir høvundurin høvi til at kunngera samhug við tí happaða, tí undirmetta í samfelagnum. Menniskjansliga lýsingin av bygdarspottinum Nelson, ið letur lív fyri at bjarga øðrum lívi, er gott prógv um hetta, og í søguni "Keglið" fáa vit úr munni mammunnar orð, ið kundu staðið sum felagshugsan fyri nógv av tí, Hans Dalsgaard skrivaði:
"Latið tit altíð hjartað ráða, ið hvat tit so gera, tá verjir Gud tykkum, um menn vilja skaða tykkum!"
Í 1926 kom á prent í Varðanum "Jákup Sibbi, sjónleikur í tveimum pørtum, bygdur á væl kenda táttin "Jákupsa skegg". Hetta er ein glæntrileikur, uttan iva skrivaður til onkra kvøldskemtan í heimbygdini.
Hans Dalsgaard týddi eisini sjónleikin "Gyltalið" úr Íslendskum eftir Davið Stefansson frá Fagraskógi.
Tvær tær seinastu yrkingarnar eftir Hans Dalsgaard, vóru yrktar tá deyðsboðini komu av Martin Joensen á jólum 1966 og av Poul F Joensen á jóansøku 1970.
Í 1968 fekk Hans Dalsgaard M.A. Jacobsens virðisløn, og tað gleddi hann nógv. Hans Dalsgaard dugdi at taka til og í takkarrøðuni endaði hann við hesum orðum:
Hentari er handartak manni livandi
enn lov, tá latin er