Hannis lá á botninum í svimjihylinum

Størsta marran hjá einum svimjilærara og svimjivenjarara hendi mikudagin í Klaksvíkar Svimjihøll. Ein sjey ára gamal drongur úr Miðvági, var um at drukna. Lukkutíð fingu lærararnir hann upp til tíðina, og hann varð fluttir á Klaksvíkar Sjúkrahús í skundi – og tað eydnaðist at bjarga honum.

Størsta marran hjá einum svimjilærara og svimjivenjarara hendi mikudagin í Klaksvíkar Svimjihøll. Ein sjey ára gamal drongur úr Miðvági, var um at drukna. Lukkutíð fingu lærararnir hann upp til tíðina, og hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús í skundi – og tað eydnaðist at bjarga honum.

 

Hann hevði svølgt nakað av vatni, og hann var meira ella minni uttan vit, men lærararnir handlaðu skjótt og fingu hann upp á kantin og boðaðu sjúkrahúsinum frá – og ein sjúkrabilur var skjótt á staðnum.

 

Hann var komin norður til Klaksvíkar at svimja við Skúlanum í Giljanesi. Tað vóru 48 børn og seks lærarar, og er vanlig mannagongd, at ítróttarlærararnir heilsa upp á leiðaran í høllini, og so gevur leiðarin teimum ábyrgdina av svimjitímanum.

 

Hvat er hent er ilt at meta um, men sambært Kringvarpinum, so hevði skúlastjórin ábyrgdina av tí síðuni, har drongurin var við at drukna, og hann leyp í hylin og fekk bjargað dronginum.

 

Hetta má vera fyrstu ferð, at so álvarslig hending er hend við børnum í Klaksvíkar Svimjihøll, har vaksin fólk hava verið inni í høllini, og ein drongur var nær við at drukna.

 

Lukkutíð fyri allar partar druknaði hann ikki og hevur hann tað gott í dag.

 

Skrivað hevur Símun á Høvdanum