Hannis fekk sekkin

Venjarin, sum hevur leitt H71 móti avgjørda hondbóltsoddinum, varð í gjárkvøldi sagdur úr starvinum. Jakob Jónsson og Jákup Símun Simonsen hava ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar

Hondbóltur

Eftir góðu avrikini hjá H71 í ár, hava fleiri nevnt Hannis Wardum sum ein av topp-kandidatunum til heitið sum ársins venjari, tá hesin skal kjósast á gallaveitsluni eftir kappingina.
Tað kann hann samstundis verða, men tað verður so uttan nakað felag. Hóskvøldið fekk Hannis nevnliga at vita, at hann ikki longur skal venja felagið.
Seinastu tveir dystirnar er góða støða okkara veruliga komin í vanda. Skulu vit broyta nakað, so má tað henda nú. Og vit vóna sjálvandi, at hetta kann fáa liðið at rakna við, sigur formaðurin í H71, Rúni Djurhuus.
Hann váttar somuleiðis, at tað verða Jakob Jónsson og Jákup Símun Simonsen, sum skulu hava ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar.

Vónbrotin av nevndini
Tá vit í morgun høvdu orðið á Hannis, segði hann, at hetta sjálvandi var komið dátt við.
Ikki minst var eg bilsin av, at boðini til mín vóru, at hetta var vegna ónøgd millum spælararnar. Tað er avgjørt ikki nakað, sum eg havi havt fatan av, og eg havi eisini spurt spælararnar um hetta.
Sjálvandi er tað nevndin, sum tekur avgerðina. Og hava teir valt at siga meg úr starvinum, so má eg taka tað til eftirtektar. Men eg haldi tað vera keðiligt, um teir skulu brúka eina ikki-eksisterandi ónøgd millum spælararnar sum umbering fyri hesum, staðfestir Hannis.
Hóast hetta glepsið, so tykist tað kortini, sum er Hannis rímiliga avkláraður við støðuna.
Tað er so tað, sum kann henda, og sjálvt um tað ikki er nøkur góð kensla, so haldi eg ikki, at eg havi tikið hetta so heilt øgiliga tungt. Men tað er sjálvandi irriterandi, tá tú ikki kanst vera við seinasta partin av vegnum. Eg ivist ikki í, at liðið framvegis hevur góðar møguleikar at røkka finaluni.
Og um so er, at hendan verður móti Kyndli, hvar ætlar Hannis Wardum sær so at sita?
Tá má eg helst halda meg rímiliga neutralan. Kanska burdi eg bara dømt hana, kemur tað skemtandi frá nú fyrrverandi venjaranum.

Spælararnir ikki orsøkin
Her á blaðnum hava vit eisini verið í samband við spælarar, sum vátta útsagnirnar hjá venjaranum. Altso at talan als ikki hevur verið um ónøgd millum spælararnar.
Hetta skal tó ikki skiljast, sum um spælararnir fara at fremja nakra kollvelting móti nevndini, men teir frábiðja sær ivasama heiðurin, sum tað er, at vera orsøk til uppsøgnina.
Spurningurin er so, hvørt venjaraskiftið fær ynsku effektina. Aðra staðir hevur tað við hvørt givið góð úrslit, tá slík skifti eru framd. Og við trimum dystum eftir, er einki at ivast í, at skal stigið takast, so má hetta verða her og nú. Tað er so effektin, sum nevndin sigur seg leita eftir. Fyrsti parturin av svarinum fæst helst sunnudagin.