Gulldystur
Tað verða Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen, sum skulu stýra brakinum í Vestmanna. Teir báðir hava alt árið talst millum bestu dómararnar í landinum, og í so máta er einki forgjørt í, at teir nú sleppa at runda árið av við einum slíkum dysti.
Hóskvøldið hittu vit annan teirra, Eyðun Samuelsen, á máli, og hann var ikki í iva, tá vit spurdu hann, um hetta kendist sum eitt herðaklapp fyri árið.
- Tað er so einki at ivast í. Eg vil næstan siga, at hetta er størsta avbjóðingin tú kanst fáa sum dómari her heima. Nú alt hevur lagað seg soleiðis, er hetta enntá størri enn steypafinalan, tí her stendur meistaraheitið upp á spæl.
Røtt kemi
Sjálvur hevur Eyðun dømt nakað áður, men talan hevur tó verið um drúgvan steðg, inn til hann í fjør so spakuliga tók eina hond við hjá Hannis, tá tað barst frá hjá Una Wardum.
Tá Uni so gjørdist venjari hjá hoyvíkingum var greitt, at ársins dómarapar frá í fjør so ikki fór at døma aftur í ár, og so hevði Kyndil tørv á nýggjum pari. Upprunaliga skuldi tað verið Rúni Mohr og Eyðun Samuelsen, men tá hesin fyrri heldur vildi verið meira aktivur á vøllinum, ringdi Eyðun til Hannis, sum annars hevði ætlað at lagt floytuna á hilina.
- Hann segði beinan vegin ja. Vit dømdu jú nakrar dystir í fjør, og vit føldu beinanvegin, at vit høvdu røttu kemi?ina okkara millum, og samanum tikið, so haldi eg eisini, at tað hevur gingið hampuliga væl hjá okkum í ár, sigur Eyðun.
Stuttligt
Og tá tosið aftur fellur inn á gulldystin, viðgongur Eyðun eisini, at eins og hjá leikarunum, so mugu dómararnir eisini gera sítt heimaarbeiði til slíkar dystir.
- Vit hava longu dømt hesi bæði liðini tvær ferðir í ár, og tað hevur gingið hampuliga væl. Tað gevur okkum eisini tann fyrimun, at leikararnir vita, hvar vit standa og ikki minst, hvar okkara mørk eru.
- Men hartil, so hava vit eisini hugt at tveimum øðrum dystum hjá liðunum. HEtta fyri líka sum at fyrireika okkum enn betri, tí hetta er jú ein heilt serligur dystur, og tað skerst ikki burtur, at vit eru spentir til uppgávuna.
- Og so er tað eisini stuttligt, at dysturin er í Vestmanna. Har eru áskoðararnir altíð við í dystinum, og intensiteturin í høllini er øgiligur. Tað eru júst slíkir dystir, sum gera tað stuttligari at døma, og saman við steypafinalunum er ein møguleiki sum hesin heilt víst nakað, sum ger hugin enn betri í so máta, sigur Eyðun Samuelsen at enda.










