Á Ólavsøku fara Angela og Hannibal á pallin í ólavsøkutjaldinum saman við danska Niels Plys.
Hannibal er kendur sum føroyski klovnurin, ið føroysk børn rættiliga hava tikið til sín.
Tjóðbúni
Og á ólavsøku fara Angela og Hannibal á pall saman við danska klovninum Niels Plys. Hetta hendir báðar ólavsøkudagarnar klokkan 19 í ólavsøkutjaldinum.
Tey, ið eiga føroysk klæði, fara vanliga í vakra tjóðbúnan, tá ólavsøka tjóðhátíðin er. Og Hannibal er ikki so nógv øðrvísi í so máta.
Men eitt sindur øðrvísi er hann, tí sum so ofta vil hann vera eitt vet betri enn hini.
Tí eru klæðini hjá Hannibal øðrvísi og fínari, enn vanlig føroysk klæði.
Húgvan er sum einn keppur og á vestinum eru ballónir og knapparnir eru ikki úr sivuri, men úr gulli.
Talan er sostatt um ein Hannibal, sum er í røttum ólavsøkuhýri. Hann kemur pyntaður til framførslurnar á ólavsøku, har tað væntandi verður rættiligt lív í.
Hannibal og Angela duga væl at fáa børnini við og børnini hava tikið tey til sín. Niels Plys er framúr undirhaldari og er kendur fyri framførslur, ið eru orkumiklar og rættiliga nakað fyri børn.
Men tað fínasta í skemtiskránni í ólavsøkutjaldinum verður óivað, tá Hannibal kemur stásklæddur á pallin, klárur til ólavsøku og smáar ólavsøkugestir.