Hanni er serliga kendur fyri sínar naivistisku myndir, sum ofta kunnu minna um stuttligar sjálvsmyndir og lýsingar av gerandisdagin hjá listamanninum. Hann málar oljumálningar, og eitt sum m.a. eyðkennir Hanna Bjartalíð, eru hansara myndarøðir, har fleiri smáar myndir siga eina søgu. Hanni Bjartalíð hevur ígjøgnum árini ment sín egna stíl innan føroyska myndlist, og tað er altíð spennandi at síggja, hvat hann sýnir fram.
Hanni er føddur í 1968 og er uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sum ungur at mála og málaði nógvar myndir, ið lýstu Klaksvíkina og føroysk umhvørvi. Seinni fór Hanni undir útbúgving á Norðurlendska Listaskúlanum í Kokkola í Finnlandi, og tá broyttist stílur hansara til tann nýskapandi og eyðkenda stílin, vit seta í samband við Hanna Bjartalíð í dag.
Umframt at hava sýnt nógv fram her í Føroyum, hevur hann havt nógvar listaframsýningar ymsastaðni Danmark, Finnlandi, Týsklandi og Íslandi, og hevur hann verið sera væl umtóktur.
Hanni Bjartalíð er í dag búsitandi í Lahti, í Finnlandi, har hann hevur nógvar listaframsýningar.
Fernisering verður fríggjadagin 08.07.2005 kl.16.00, og sýningin verður hangandi allan juli mánaða.
Framsýningin er opin soeliðis:
Mánadag mikudag: 10.00-17.30
Hósdag leygardag: 10.00-23.00
Sunnudag: 15.00-23.00










