Hannes, Heri, Meinhard og Bjarni boðsendir

Håkan Ericson hevur úttikið Hannes Agnarsson, Hera Hjalt Mohr, Meinhard Egilsson Olsen og Bjarna Petersen til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael, skrivar Fótbóltssambandið

Håkan Ericson hevur úttikið Hannes Agnarsson, Hera Hjalt Mohr, Meinhard Egilsson Olsen og Bjarna Petersen til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Koronafarsóttin hevur av álvara gjørt um seg í A-landsliðshópinum hjá monnum, sum Håkan Ericson kunngjørdi á tíðindafundi í FSF-húsinum farna mánadag. Síðan úttøkuna hava tveir spælarar fingið staðfest smittuna, og hava tískil givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael.

 

Harafturat hevur Ári Mohr Jónsson eisini givið avboð. Ári er so mikið skaddur, at hann sær seg ikki føran fyri at vera tøkur til landsliðsfótbólt í næstum.

 

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Hannesi Agnarsson og Bjarna Petersen úr B36, Hera Hjalt Mohr úr HB og Meinhard Egilsson Olsen, sum spælir fyri Bryne FK í Noregi, so hópurin nú telur 24 spælarar.

 

Fríggjadagin 12. november klokkan 20:45 lokala tíð, spæla Danmark og Føroyar í Parkini í Keypmannahavn, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 15. november klokkan 21:45 lokala tíð er útidysturin móti Ísrael á skránni á Nethanya Stadion í Tel Aviv.

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

 

Teitur Matras Gestsso, HB Tórshavn

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

 

Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)

 

Hørður Askham, HB Tórshavn

 

Hari Hjalt Mohr, HB Tórshavn

 

Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn

 

Bjarni Petersen, B36 Tórshavn

 

René Shaki Joensen, HB Tórshavn

 

Bartal Wardum, HB Tórshavn

 

Heðin Hansen, HB Tórshavn

 

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Tróndur Jensen, NSÍ Runavík

 

Hallur Hansson, Vejle BK (Danmark)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

 

Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (Noreg)