Hanna hevur starvast innan ymisk starvsøki, eitt nú var hon í mong ár bókhaldari, meðan hon seinastu árini hevur verið ein av sera fyrikomandi telefonrøddum sparikassans.
Hanna er gift við Børga Mørkøre og eiga tey tvey børn, Turið, sum eru búsitandi í Noreg, og Jógvan, sum býr í Klaksvík. Tey eiga eisini fýra abba og ommubørn: Jóhan, Bjørg, Fróða og Petur Ova.
Eftir 46 ár á sama arbeiðsplássi fer Hanna nú frá, og hósdagin 3. apríl millum kl. 16.00 og 18.00 verður móttøka á høvuðsskrivstovu sparikassans, har familja, vinir og viðskiftafólk eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.