Hann væntar at hendan tænastan fer at halda fram

Hetta síðsta árið hevur Kringvarpið brúkt 332.000 krónur upp á eina tænastu, sum tey ivast í, um tey í roynd og veru, eiga

Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara borgarum, ið ikki skilja føroyskt, so eg vænti ikki, sum er, at tænastan verður strikað. Tað sigur Jenis av Rana landsstýrismaður í mentamálum.

Beinta Løve, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu verður við tíðindunum á enskum, sum Kvf hevur á heimasíðuni. Sjálv heldur hon, at tað hevur týdning, at KvF røkkur í hvønn krók í samfelagnum, og at tað er ein týdningarmikil tænasta til tey, sum ikki skilja føroyskt, at tað eisini eru tíðindi á enskum.

Jenis av Rana vísir á, at tað stendur í avtaluni við Mentamálaráðið, at KvF eisini skal gera tíðindi til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt, ella norðurlendskt.

Annars hava tey í KvF umrøtt innanhýsis um tað er rætt, at ein stovnur, sum ger føroyskt tilfar, eisini skal gera tilfar á enskum. Tey vísa á, at í samband við integratión verður stórur dentur, sum oftast, lagdur á at læra tilflytarar málið í landinum hagar tey eru flutt. Tey halda eisini, at vanliga liggja uppgávur í sambandi við integratión, ikki hjá public service-miðlunum, men hjá myndugleikunum.

Men KvF sigur eisini, at verður tað framhaldandi lagt upp til, at tey skulu gera upplýsandi tilfar til tilflytarar, fara tey at halda fram við tí, og tey fara harafturat at menna tænastuna, soleiðis at tíðindini í størri mun verða lagað til tilflytararnar.

Sjálvur heldur Jenis av Rana, at hetta er ein týdningarmikil tænasta til tey, sum ikki skilja føroyskt, so hann væntar ikki at tænastan verður strikað.

Í stóran mung er tað hevur KvF útveitt arbeiðið at skriva tíðindi á enskum. Hetta seinasta árið, frá síðst í desember 2019 til síðst í desember í fjør, rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri veitingina og umframt tað eru einar 50.000 krónur brúktar til aðrar útreiðslur í hesum sambandi.