Hann strýkur yvir ægin blá

Út móti 200 førum pløgdu Vestmannasund sunnan undan Fútakletti inn á Vestmanna, har bátastevna varð hildin leygardagin. Eisini nógvir landkrabbar leitaðu sær ymsar vegir til Vestmanna hendan dagin

Bátastevnan Kjalarvatn, sum er vorðin afturvendandi tiltak í Vestmanna, eydnaðist væl, siga fyrireikararnir. Stevnan í ár var tann størsta, sum verið hevur. Einir 180-190 bátar við samlaðum manningartali upp á umleið 900 luttóku, eins og nógv onnur fólk eisini komu til Vestmanna í sambandi við stevnuna.
Vestmanna Ítróttarfelag skipar fyri bátastevnuni, sum nú er komin fyri at verða. Ágóðin av samlaða tiltakinum fer til nýggja kappróðrarneystið, vestmenningar eru í ferð við at gera sær, sigur Jógvan Emil Nielsen, nevndarlimur í kapróðrardeildini hjá VÍF.
Hann sigur, at sjálv bátastevnan sum so gevur ikki nakrar pengar í kassan, tí har er luttøkan ókeypis, og boðið verður okkurt ókeypis til luttakararnar, tá teir koma til lands. Men so eru onnur tiltøk, sum sølubúðir og serliga dansurin um kvøldið, sum ætlandi skulu geva felagnum nakrar krónur at leggja í neystið og eisini til nýggjar bátar.
Undirtøkan tykist bara at vaksa, sigur Jógvan Emil Nielsen. Í fjør vórðu umleið 130 bátar skrásettir við umleið 600 fólkum. Enn hevði hann ikki fingið endaliga talið fyri í ár, tá Sosialurin tosaði við hann eftir stevnuna, men manningartalið var nú komið upp á 900, og bátarnir vóru umleið 180 - 190.
?Og so koma nógv onnur eisini til Vestmanna í sambandi við stevnuna, sigur Jógvan Emil Nielsen. Einir 15 campingvognar stóðu á havnarlagnum. Ein rúgva av motorsúklum vóru á útferð í Vestmanna hendan dagin. Gongufeløg ymsastaðni frá komu í felag úr Saksun um fjøllini til Vestmanna, eins og eisini rossafólk høvdu leitað sær hendanveg, greiðir hann frá.
Og so vóru tað øll hini, sum komu í dans um kvøldið ella bara at síggja hetta stóra tiltakið.
Fólk hevði tað bæði stutligt og hugnaligt í Vestmanna leygardagin og út á náttina.
Allastaðni á havnarlagnum, har bátarnir lógu, var nógv lív í. Fólk gekk skútu av skútu at vitja, práta, reypa og syngja. Onkur treiv soleiðis hissini í harmonikuna ella tað, sum fyri var, og so gekk tað bara upp á stás.
Eisini uppi í bygdini var lívligt, har fólk gingu húsagongd inn í millum vitjnanir umborð á bátum og skipum.
Og alt gekk siðiliga og friðaliga fyri seg, sigur Jógvan Emil Nielsen. Fólk eru skilagóð, og eingi óhapp eru fráboðað til fyrieikararnar, sigur hann.
Hann nevnir, at fleiri av bátunum, sum lógu við bryggjuna, høvdu net spent millum sín, um tað skuldi hent, at onkur var áhalsin. Hetta metir hann fer at vera ein áheitan á luttakararnar eitt annað ár at hava við sær.
Tá so nógv fólk hittist, kann altíð okkurt óhapp væntast, og tí høvdu fyrireikararnir eisini avtalað við samarittarnar hjá Reyða Krossi at vera á staðnum alla náttina. Men sum skilst varð ikki brúk fyri teimum.
Jógvan Emil Nielsen metir, at tað mest av fólki var í Vestmanna á bátastevnuni, mundu eini 1.200 fremmandafólk vera í bygdini.