– Gunnar Nielsen, sum er 44 ára gamal, hevur royndir úr leiðslustørvum innan sjómat, banka, ídnað og grannskoðaravirksemi, skrivar SalMar í morgun. Hann hevur eisini royndir úr stjórnararbeiði, fíggjarstjýring, búskaparligum samskifti í børsskrásettari fyritøku, seinastu sum fíggjarstjóri hjá Bakkafrost frá 2014 til 2019.
Gunnar Nielsen er útbúgvin Master of Science in Business Economics and Auditing á Copenhagen Business School.
Gunnar Nielsen starvast sum fíggjarstjóri og varastjóri hjá bilasølununum Reyni Service og Auto Service.