Hann skal loysa Putin av

Vanliga verður tað, sum Vladimir Putin sigur, og tí er lítið at ivast í, at næsti russiski forsetin fer at eita Dmitrij Medvedev

-Eg havi havt nógv og gott samband við hann í meiri enn 17 ár, og eg havi av fullum huga undir við honum sum valevni til forsetavalið 2. mars.

 

-So greiður var Vladimir Putin, forseti, tá hann í gjár bleiv spurdur, hvat hann helt um, at Dmitrij Medvedev stillar upp til forsetavalið. Medvedev er valevni hjá flokkinum Sameint Russland og trimum øðrum flokkum, og við so stórum stuðuli og stuðuli frá forsetanum er lítil ivi um valúrslitið.

 

Dmitrij Medvedev, sum er 42 ára gamal, er útbúgvin løgfrøðingur, og hann verður mettur sum ein hóvligur politikari við góðum sambandi við russiska vinnulívið. Hann hevur starvast í umsitingini hjá Putin síðani fyrst í nítiárunum, og í 2000 stóð hann á odda fyri valstríðnum hjá forsetanum. Hann hevur eisini verið starvsfólkaleiðari í Kreml og nevndarformaður í tí risastóra gassfelagnum Gazprom.

 

Roknað verður við, at alment verður Dmitrij Medvedev uppstillaður tann 17. desember.