Hann skal loysa Arnold av

Tann 72 ára gamli demokratiski politikarin Jerry Brown vann í gjár guvernørvalið í amerikanska statinum Kalifornia. Valið stóð millum hann og ta republikonsku ríkkvinnuna Meg Whitman, sum brúkti næstan 800 milliónir krónur til sítt valstríð. Tað er met í USA.

Jerry Brown hevur verið guvernørur í Kalifornia fyrr, men tey seinastu árini bhevur hann verið almennur ákæri. Undir valstríðnum hevur hann lagt dent á sínar royndir, sum hann sigur vera neyðugar fyri at bjarga Kalifornia upp úr tí fíggjarliga óføri, sum staturin er í.

Brown tekur við eftir Arnold Schwarzenegger.